Fótbóltur

Stórur dagur hjá AB og TB

Tað sær nú tyngri út hjá B68 og ÍF, enn tað gjørdi áðrenn umfarið. Fyri 07 Vestur, ið nú skiftir venjara, var talan um afturstig í stríðnum um 4. plássi.

Brian Jakobsen er komin í gongd við málskjótingina. Strandingurin legði AB á odda í sigrinum á 07 Vestur í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Brian Jakobsen er komin í gongd við málskjótingina. Strandingurin legði AB á odda í sigrinum á 07 Vestur í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-07-01 18:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

15. umfar í Betrideildini varð leikt seinnapartin, og tríggir dystir vóru á skránni.

Lagt varð út í Fuglafirði, har Varmakelda er á skránni, og B36 var á vitjan. Eins og í Sarpugerði síðsta vikuskifti, helt ÍF nullið meginpartin av fyrra hálvleiki, men so gekk tað galið. B36 skoraði heili tríggjar ferðir seinastu tíggju minuttirnar, og tað endaði eisini 0-3 í Fuglafirði. B36 vann seg harvið fyribils upp á 3. plássi - fuglfirðingar taptu níggjunda dystin á rað og eru í trupulleikum

Hin uppflytarin er komin í eina góð gongd undir Tummas Erlingi Djurhuus. TB vann í dag fyri triðju ferð seinastu fýra dystirnar, tá B68 var við Stóra. Liðið hjá Jákupi á Borg vann har fyrr í ár og vann 3-0 á EB/Streymi mikudagin. Bæði vóru tó í steypakappingini - í Betrideildini er B68 í niðurflytingarvanda. Útiliðið fekk javnað til 1-1 eftir ein tíma, men TB fekk 2-1 málið fimm minuttir fyri leiklok. Samudeen Musah var stóri maðurin við Stóra við tveimum málum. TB spælir nú aftur uttan Gilla Rólantsson Sørensen og er á 6. plássi.

[object Object]
Samudeen Musah skoraði eisini í sigrinum á AB á Jóansøku. Fyrra málið í dag varð eftir returbólt uppá brotsspark, ið hann sjálvur skeyt. 2-1 málið kom í 86. minutti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Á Argjum dømdi Petur Reinert sín seinasta dyst í Betrideildini, tá AB fekk sigur nummar tvey í ársins landskapping í hús. 07 Vestur hevur annars verið væl koyrandi seinastu tíðina, men argjamenn fingu bæði málini í dystinum. Tað fyrra gjørdi Brian Jakobsen í 70. minutti, og í yvirtíðini dømdi Petur sítt seinasta brotsspark í bestu mansdeildini. Bjarni Skála umsetti tað til mál. Ógvuliga týdningarmikil stig hjá AB, ið nú er nærri strikuni.

Felagið setir helst nýggjan fastan venjara í summar. Tað hevur 07 Vestur longu gjørt: Eftir dystin varð boðað frá, at Micheal Schjønberg hevur sagt seg úr starvi av persónligum ávum, og at royndi norðmaðurin Lars Arne Nilsen tekur við.

Tveir teir síðstu dystirnir í umfarinum verða spældir í morgin EB/Streymur tekur móti Víkingi, og KÍ og HB bresta saman í arvafíggindauppgerð í Klaksvík. Tey seks liðini, sum hava spælt í dag, hava summarfrí frá Betrideildini í nakrar vikur.

Betrideildin 15. umfar
Í dag leygardagin, 01.07

ÍF - B36 0-3 (0-3)
37' Magnus Egilsson (br.) 0-1
41' Taufee Skandari 0-2
45' Sonni Ragnar Nattestad 0-3

TB - B68 2-1 (1-0)
55' Samudeen Musah 1-0
60' Áki Johannesen 1-1
86' Samudeen Musah 2-1

AB - 07 Vestur 2-0 (0-0)
79' Brian Jakobsen 1-0
90 (+4) Bjarni Skála (br.) 2-0

Í morgin, sunnudagin 02.07
15.00: 
KÍ - HB
EB/Streymur - Víkingur

Støðan: 

1. KÍ 45 stig 
2. B36 36 stig *
3. HB 35 stig 
4. Víkingur 24 stig 
5. 07 Vestur 22 stig
6. TB 15 stig 
7. EB/Streymur 13 stig **
8. B68 11 stig
9. ÍF 9 stig
10. AB 7 stig 

* Ein dyst fleiri
** Ein dyst færri

Rættað og dagført: 18.49

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder