2023-08-12 18:55
Tað verður uttan iva spennandi týskvøldið, tá Molde og KÍ bresta saman í seinna dystinum í triðja umfari í Champions League.
Norðlýsið skrivar í dag, at atgongumerkini sum KÍ hevur fingið tillutað á Aker leikvøllinum, eru øll útseld. Tað merkir, at tey áleið 700-800 setrini eru útseld til dystin týsdagin.
Tvey full flogfør fara úr Føroyum áðrenn dystin og flúgva beinleiðis til Molde.
Aker leikvøllurin í Molde tekur 11.249 áskoðarar.
Fyrra dystin vann KÍ 2-1 á Tórsvølli, men einki er avgjørt enn.
Portalurin verður við á ferðini til Molde.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald