Tilsamans átta av landsins bestu billardspælarum vóru við í innleiðandi kappingini í gjár.
Hálvfinalurnar verða spældar fyrrapartin. Kl. 10 spæla Páll Heri Nolsøe og Kristian Suni Høgnesen. Umleið klokkan 11.30 spæla Ólavur Kjølbro og Niels Nielsen. Dysturin um bronsuna verður klokkan 13 og sjálv finalan klokkan 15.
Tað er Billardsamband Føroya, sum skipar fyri kappingini. BSF er limur í ÍSF, og kappingin er tí eisini opin fyri almenninginum. Havnar Billardfelag er vertur hesaferð og verður spælt í hølunum hjá Havnar Klubba.
Lat okkum so hyggja eftir úrslitunum frá innleiðandi kappingini í gjár. Tað kom ikki óvart á, at verandi føroyameistari Páll Heri Nolsøe eins og Ólavur Kjølbro stóðu seg best í innleiðandi kappingini. Tað vóru eisini teir báðir, sum samanlagt høvdu bestu úrslitini í liðkappingini, sum júst er farin aftur um bak. Báðir høvdu meðaltøl rundan um tey 30 eyguni. Og so var eisini í gjár.
Ólavur vann allar sínar dystir og hevði besta meðaltalið uppá 34,88 eygu. Í hølunum á honum kom so Páll Heri Nolsøe við einum meðal uppá 27,78 eygu. Hann spældi ein dyst javnan. Síðan kom Kristian Suni Høgnesen við 22,87 eygu í meðal. Síðstur av teimum fýra, sum spældu seg víðari, var Niels Nielsen við 18,62 eygum í meðal.
Fyrra hálvfinalan verður kl. 10 millum tveir føroyameistarar Páll Hera og Kristian Suna. Hyggja vit so eftir hagtølunum hjá teimum báðum bæði frá liðkappingini og frá innleiðandi kappingini í gjár, so er Páll Heri nógv fremri samanlagt, men vitandi, at ein einstakur avgerandi dystur kann fara báðar vegir, er ilt at gita, hvør fer at vinna hesa hálvfinaluna. Ganga vit eftir tølunum, so liggur tað til Páll Hera, men við sínum ikki færri enn sjey FM heitum í skjáttuni, skulu vit avgjørt ikki avskriva Kristian Suna. Hevur hann ein góðan dag nú fyrrapartin, so kann hann fella keylur sum ongin annar. Men Páll Heri letur seg neyvan taka á bóli. Við sínum sera avgjørda og trygga spæli er hann vandamikil sjálvt fyri teir bestu.
Síðani er tað hin hálvfinalan, sum byrjar umleið kl. 11.30 millum Ólav og Niels. Hyggja vit nú aftur eftir hagtølunum frá bæði liðkapping og innleiðandi kapping í gjár, so er eingin ivi um, at Ólavur ikki bara hevur munin, hann liggur so langt frammanfyri liðfelagan Niels. Við einum meðaltali uppá knøpp 35 eygu, hvat er óhoyrt í føroyskari billardkapping, so krevst, at Niels ger ein ordiligan vørr skal hann fella Kjølbromannin.
Og aftur koma vit til orðini um, at eingin skal kenna seg 100% tryggan og vísan, tá ein so avgerandi dystur sum ein hálvfinala til FM verður spældur. Niels, sum leingi hevur verið millum teir bestu billardspælararnar í landinum, vita vit, um hann fær røttu ferðina á kúlurnar, kann skaka sjálvt tann allarbesta. So Ólavur eigur als ikki at kenna seg tryggan hóast stóra munin í gjár, sum varð frá 19 til 35 eygu í meðal teirra millum í favør til Ólav.
Bestu einstøku dystirnar í gjár høvdu Ólavur Kjølbro og Jógvan Jørgensen. Teir koma á mál, sum er 500 eygu, við einans 10 umførum. Tað gevur eitt meðaltal uppá 50 eygu. Jógvan, sum ikki rakk til at koma víðari, hevði annars eitt sera gott úrslit samanlagt við 28,47 eygum í meðal. Hann kann annars vera væl nøgdur við at vinna FM heitið fyri lið saman við Ólavi Kjølbro.
Urbanus, Per og Sonard, sum heldur ikki komu víðari, høvdu meðaltøl uppá ávikavist 23,69, 21,65 og 15,14 eygu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald