Luis de la Fuente vil helst leypa á, meðan Didier Deschamps í stóran mun vil spæla varið. Spaniólar hava verið eitt av fáu liðunum í endaspælinum, sum hava undirhildið - Fraklandi hevur ligið í botninum á hesum økinum.
Tó eru fraklendingar aftur har, sum teir hava verið tríggjar ferðir áður undir Deschamps - seinastu fýra endaspølini: Í einari hálvfinalu. Frakland hevur besta verjupartin í endaspælinum, og í kvøld skulu William Saliba og hinir royna at forða spaniólunum at skora.
Bert eina ferð er eydnast mótstøðuliði at skora móti Fraklandi teir fimm dystirnar, sum liðið hevur spælt í endaspælinum. Hetta var við brotssparki. Harvið liggur tað til, at talan verður um ein málfátækan og taktiskan dyst.
Spania hevur serliga vengur í Nico Williams og Lamine Yamal, ið sprutla. Pedri er skaddur eftir takklingina, sum hann fekk frá Toni Kroos í fjórðingsfinaluni. Bæði liðini spældu 120 minuttir í fjórðingsfinalunum, og tað er ikki ósannlíkt, at neyðugt verður við meira enn 90 minuttum í München.
EM-hálvfinalur
Í dag, týsdagin 9. juli
20.00: Frakland - Spania (München) - KVF/DR1
Í morgin, mikudagin, týsdagin 10. juli
20.00: Niðurlond og Ongland (Dortmund)
Finalan: Sunnudagin 14. juli kl. 20 í Berlin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald