Fótbóltur

Stríddu seg til javnleik móti vertunum

Eins og 21-landsliðið í gjár, megnaði U19-landsliðið at fáa góðan málleysan javnleik á útivølli. Grikkaland megnaði ikki at skora móti liðnum hjá Sigfríði Clementsen.

Liðið, ið byrjaði dystin móti Týsklandi mikudagin. Tann dysturin endaði 1-4. Bert ein broyting var í mun til tann dystin í føroysku byrjanaruppstillingini í dag, tá føroyingar og grikkar spældu málleysan javnleik (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Liðið, ið byrjaði dystin móti Týsklandi mikudagin. Tann dysturin endaði 1-4. Bert ein broyting var í mun til tann dystin í føroysku byrjanaruppstillingini í dag, tá føroyingar og grikkar spældu málleysan javnleik (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2021-11-13 15:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dystur nummar tvey hjá føroyska U19-landsliðnum í EM-undankappingini í Grikkalandi við monnum var á skránni tíðliga seinnapartin í Nafpaktos. Í fyrsta umfarinum eyndaðist at loypa hvøkk á ovast styrkismettu týskararnar, sum komu á odda beinanvegin, men sum lótu mál inn í 53. minutti. Áki Samuelsen skoraði fyri Føroyar, og í tjúgu minuttir vóru føroyingar á veg móti einum javnleiki móti Týsklandi. Tað endaði tó 1-4.

Í dag eydnaðist Føroyum at fáa stig. Vertirnir vóru høvdu tjúgu skotroyndir í mun til eina hjá Føroyum -  seks á mál mótvegis ongari - vísa hagtølini hjá UEFA. Hóast nógvu royndirnar, so eydnaðist ikki grikkum at skora móti føroyska liðnum, ið stríddist og stóð ímóti í teimum 19 hitastigunum. Tað var greitt áðrenn kappingina áðrenn, at talan var um ein sera torføran bólk hjá Føroyum, men evnaríka og stríðsfúsa liðið hevur nú fingið eitt stig í hús.

Týsdagin skulu Føroyar spæla móti oddaliðnum Russlandi, sum í dag vann 3-1 á Týsklandi og sum í fyrsta umfarið vann 1-0 á Grikkalandi.

2. umfar í U-19 EM-undankapping
Nafpaktos, 13.11
Grikkaland - Føroyar 0-0

Føroyar (4-4-1-1): Marius Naundrup Kruse (HB Køge), Bergur Jákupsson Poulsen (Víkingur - L), Elias Rusborg (Hvidovre), Mattias Weihe Joensen (B36), Martin Agnarsson (B36) - Olaf Bárðarson (Víkingur - 65' Poul Kallsberg, Skála), Beinir Nolsøe (NSÍ), Emil Weihe Joensen (ÍF - 58' Fríði í Túni Petersen, B68), Áki Debes Samuelsen - Heini Fossdalsá Sørensen (FC Midtjylland - 81' Símun Kalsø, KÍ) - Jørgen Nielsen (NSÍ - 65' Jonathan Lassesen, HB Køge)

Venjari: Sigfríður Skaale Clementsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder