Oyggjaleikir 2023

Stríddust á hørðu fjallasúkklubreytini

Sí myndirnar tá fjallasúkklararnir kappaðust uttast í landnyðringshorninum av Jersey í dag.

Helgi Winther Olsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Helgi Winther Olsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-13 22:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

31 súkklarar royndi seg á harðu fjallasúkklubreytini í dag. Breytin var løgd í landsynningshorninum av oynni, og kappingin í dag var merkt av nógva vindinum, sum var her úti í sandheyggjunum.

Tveir føroyskir súkklarar vóru við, Hilmar Hansen og Helgi Winther Olsen. Hilmar hansen gjørdist nummar 27, meðan Helgi Winther Olsen gjørdist nummar 10, tá hann tapti spurtin til tann, ið gjørdist nummar 9. Teir vórðu skrásettir í somu tíð, næstan seks minuttir eftir vinnaran.

Tveir lokalir súkklarar saman við einum av grannaoynni Jersey – teir høvdu helst roynt rundteinin naka nógvar ferðir áður – løgdu seg beinanvegin á odda í kappingini, og tað gjørdist bara teir, ið kappaðust um trý tey fremstu plássini.

Rhys Hidrio av Jersey vann framman fyri James Roe og Bradley Vaudin av Guernsey.

Myndirnar hevur Jens Kr. Vang tikið 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder