Fimm dystir vórðu leiktir í Premier League í gjárkvøldið. Upprunaliga var oddadystur millum Arsenal og City á skránni, men av tí at Arsenal skal spæla útsettan dyst í Europa League í kvøld, er hesin dysturin fluttur og verður allarhelst spældur einaferð í 2023
Tað var stríðið um topp-fýra, ið var í fokus í gjár. Chelsea, sum í løtuni er á 4. plássi, spældi málleysan javnleik móti Brentford, og Manchester United nærkaðist Chelsea og Tottenham við 2-0 sigri á Totteham, sum vitjaði á Old Trafford og annars hevði møguleikan at nærkast oddaliðnum.
Heimaliðið var omaná frá byrjan og skapti nógvar stórar málmøguleikar. Hugo Lloris hevði nakrar stórar bjargingar, men í seinna hálvleiki eydnaðist fyrst vælleikandi Fred, hvørs skot rakti ein verjuleikara á vegnum, og síðani Bruno Fernandes at fáa bóltin í málið hjá fraklendinginum, og tey trý stigini "vórðu verandi" í Manchester - leygardagin spæla Chelsea og Manchester United lykladyst í London.
Cristiano Ronaldo kom als ikki á vøllin, men sást fara gangandi í skiftingarrúmið stutt fyri síðsta bríksl. Helst var 37-ára gamli áleyparin ónøgdur, og hetta hevur aftur elvt til nógv kjak um atburð og framtíð hansara. Erik ten Hag segði við miðlarnar aftaná dystin, at hetta fór hann at taka sær av í dag - og annars at talan helst var um besta avrikið, síðani hann tók við.
Ronaldo ávegis í skiftingarrúmið
Liverpool koppaði Manchester City á Anfield sunnudagin, og í gjárkvøldið vann liðið hjá Klopp aftur 1-0 á heimavølli og er nú fýra stig frá 4. plássinum. Tað var dýrtkeypti Darwin Nunez, ið skoraði einsamalla málið í dystinum móti West Ham. Áleyparin úr Uruguay sló til miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Beint fyri steðgin bjargaði Allison brotssparki, ið Jarrod Bown skeyt.
Newcastle vann eisini 1-0 á heimavølli. Tað var hitt liðið úr Liverpool, ið vitjaði. Miguel Almirón skoraði málið, tá hálvur tími var leiktur. Liðið hjá Eddie Howe er í løtuni á 6. plássi.
Í Suðuronglandi var eitt slag av grannauppgerð. Che Adams skoraði longu í 9. minutti, og hetta gjørdist avgerandi. Talan kann gerast um virðismikil stríð í botnstríðnum.
Tað er júst niðara hálva, ið er í fokus í kvøld, tá tveir teir seinastu dystirnir í umfarinum.
Premier League 11. umfar
Í gjár, Mikudagin 19.10
Manchester United - Tottenham 2-0
Newcastle - Everton 1-0
Liverpool - West Ham 1-0
Brentford - Chelsea 0-0
Bournemouth - Southampton 0-0
Í kvøld, hósdagin 20.10
19.30: Fulham - Aston Villa
20.15: Leicester - Leeds
Støðan í oddinum
1. Arsenal 27 stig
2. Manchester City 23 stig
3. Tottenham 23 stig *
4. Chelsea 20 stig
5. Manchester United 19 stig
6. Newcastle 18 stig *
7. Liverpool 16 stig
8. Brighton 15 stig
*Ein dyst fleri
(Øll støðan sæst her)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald