2020-07-12 12:52
Leygardagin 25. juli verður á fyrsta sinni skipað fyri beach hondbóltskapping í Tjørnuvík undir heitinum Sport Lunch Beach Handball Cup 2020.
Talan er um kappingar fyri aldursbólkar frá U16 (árgang 04-05) og U19 (árgang 01-03). Tað eru gentur 18 hjá EB, sum skipa fyri.
Kappingin er ein góður møguleiki hjá ungu leikarunum at koma saman, spæla øðrvísi hondbólt og hugna sær við tónleiki o.ø. Møguleiki verður eisini at keypa okkurt leskiligt at eta og drekka, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuna.
Freistin at melda seg til tiltakið er 18. juli. Meira kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald