2022-03-28 14:41
Hóskvøldið 31. mars skipa kvinnu- og mansliðini hjá Stíf fyri stuðulstiltaki í Høllini á Skála.
Stuðulin verður latin Reyða Krossi Føroya til hjálparátøk í sambandi við kríggið í Ukraina.
Tiltakið byrjar kl 18.30 við vørutombula, og klokkan 19 verður stuðulsdysturin millum mansveteranar hjá Stíf og Kyndli.
Eftir dystin verður eisini uppboðssøla av leikaraklæðunum hjá Stíf-kvinnunum, sum blivu føroyameistarar í fjør, og leikaraklæði hjá mansliðnum verða eisini seld á uppboðssølu.
Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald