
Eftir løttu venjingina fyri teir landsliðsspælararnar, sum ikki høvdu dyst uttanfyri landoddarnar í gjár, settu teir báðir Valur-spælararnir seg hvør sínumegin Portalumboðið.
Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi skoraðu samanlagt 10 mál, ávikavist 6 og 4, tá Valur vann 29-26 á Grótta leygardagin seinnapartin. Vekjarin skuldi setast klokkan fýra sunnumorgunin, síðani fyrst við flogfari til Keypmannahavn og eftir tað til Føroyar.
Tað vóru tí tveir troyttir menn, sum vit tosaðu við í gjárkvøldið, men 30-ára gamli strandingurin og 22-ára gamli skálamaðurin settu fegnir orð á sína støðu í Vali og á landsliðið.
Valur er í løtuni á 2. plássi í tætta íslendska oddastríðnum. Har veðrur endaspæl skjótt, og nú tað ikki eydnaðist at endurvinna steypakappingina er meistaraheitið eitt uppaftur størri mál. Hetta "vantar" hjá Allani, sum hevur verið í Íslandi síðani 2018 og sum fegnast um nýggja sáttmálan. Fyri Bjarna hevur tað serliga givið nógv at spælt í European League við Vali.
Sí eisini: Allan Norðberg hevur longt við Val
Nú snýr tað seg um landsliðið, og í hópinum er spenningurin stórur at royna nýggja heimavøllin. Allan Norðberg hevur ikki spælt í kappingardysti fyri landsliðið í eina tíð, og Bjarni í Selvindi hava ikki roynt tað, men teir kunnu fáa onkran leiklut hesaferð. Teir vilja ikki tosa so nógv um stig, men staðfesta at Niðurlond er ein ógvuliga sterk tjóð.
- Tað er serliga okkara álopsspæl, sum skal koyra við góðskuni hjá serliga Eliasi og Óla, og so skulu vit finna ymiskar nýggjar loysnir, nú skaðar eru, staðfestir Allan Norðberg.
Av teimum, sum hava spælt stóran leiklut fast undir Peter Bredsdorff-Larsen eru Vilhelm Poulsen, Peter Krogh og Nicholas Satchwell skaddir. Tað eru Kjartan Johansen, Pauli Mittún, Helgi Hildarson Hoydal og Jónas Gunnarsson Djurhuus eisini.
Til endans staðfesta landsliðsspælararnir, at teir fylgja væl við hjá barndómsfelagnum StÍF, sum hevur havt nakað verri gongd seinastu tíðina enn fyri jól, men sum teir enn trúgva uppá.
Hoyr alla samrøðuna ovast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald