
Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum hava Bundesliga-dyst. Óli Mittún og Ísak Vedelsbøl spæla í Svøríki. Tróndur Mikkelsen hevur uppgávu í Noreg, Hallur Árason í Íslandi og Pauli Jacobsen, Rói Berg Hansen og møguliga Teis Horn Rasmussen spæla í Danmark í dag.
Hesir níggju spælararnir, tað vil siga beint yvir helmingurin av landsliðshópinum, kunnu ikki vera í Føroyum í dag. Allir hava dystaruppgávu tríggjar dagar undan stóra EM-undankappingardystin við Tjarnir.
Leivur Mortensen og Pætur Mikkjalsson spældu móti hvørjum hóskvøldið. Leivur og FIF vunnu, og teir báðir komu til Føroya við sama flogfari fríggjadagin.
Rói Ellefsen á Skipagøtu í Svøríki og Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg í Íslandi vunnu týðandi sigrar í gjár. Tað er ósannlíkt, at Valur-spælararnir eru við í kvøld.
Aleksandar Lacok og Lugi vunnu í næstbestu svensku deildini fríggjakvøldið, og Rógvi Dal-Christiansen er í Føroyum. Sum tann einasti spælarin frá føroysku kappingini var hann við til 39-20 sigurin hjá Kyndli á Team Klaksvík í gjár, tá teir grønkløddu tryggjaðu sær 1. plássið í grundspælinum.
Les eisini: Kyndil hevur vunnið grundspælið - VÍF og H71 stríðast um 2. plássið
Sí eisini: Hallur og Rógvi í landsliðshópin
Harvið verða tað ikki nógvir av úttikna hópinum, sum venja á Hálsi í kvøld klokkan 19.
Peter Bredsdorff-Larsen kemur eftir ætlan til landið í dag, men fyrireikingarnar við 16-mans hópinum til týðandi dystirnar móti Niðurlondum byrjar av álvara mánadagin klokkan 16 við Tjarnir. Spælt verður har klokkan 19 mikukvøldið.
Føroyski hópurin:
Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DAN) *
Aleksandar Lacok, Lugi Handboll (SVØ)
Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR) *
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SVØ)
Óli Mittún, IK Sävehof (SVØ) *
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (TÝS) *
Bjarni í Selvindi, Valur (ÍSL)
Hallur Arason, Afturelding (ÍSL) *
Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DAN) *
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DAN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (TÝS) *
Allan Norðberg, Valur (ÍSL)
Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DAN) *
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DAN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SVØ) *
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Sí eisini: Bæði liðini skulu spæla uttan lyklaspælarar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald