- Eftir ein góðan og tryggan 4-0 sigur á Liktinstein fríggjakvøldið, er ein heilt onnur mótstøða á skránni, tá manslandsliðið í kvøld klokkan 19:15 trínur á Brøndby Stadion, har seinni venjingardysturin í hesum umfarinum verður spældur.
Soleiðis innleiður Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari fyrrapartin. Tað er púra rætt, at stórur munur er á uppgávunum í hesum fyrsta landsliðsvindeyganum í 2024. Liðið hjá Håkani Ericson fær seg roynt á einum heilt øðrvísi hátt í Danmark í kvøld.
Tá Portalurin og hinir føroysku miðlarnir tosaðu við teir úr førysku leguni í gjár, vóru teir eisini greiðir yvir, at man í kvøld fer at verja væl meira enn til dømis fríggjakvøldið. Hóast danska niðurgongd seinastu 18 mánaðirnar ella so, og hóast fleiri av teimum føstu ikki spæla við í kvøld, so er talan framvegis um ógvuliga sterkan hóp við spælarum á høgum stigi.
Sí eisini:
Kasper Schmeichel kki við móti Føroyum
Håkan: Ikki tann besta fyrireikingin - men Danmark bjóðaði av
Adrian: Eg fari at skjóta allastaðni frá móti Danmark eisini
Seks ferðir áður hava Føroyar og Danmark møtt hvør øðrum í A-landsliðshøpi við monnum, og Danmark hevur higartil vunnið allar seks dystirnar. Talan hevur verið um fýra undankappingardystir - ein í 1990 (1-4), ein í 1991 (0-4) og tveir í 2021 (0-1) og 1-3) - umframt tveir venjingardystir: Í 2000 (0-2) og í 2020 (0-4)
Seinast Føroyar og Danmark spældu kókaði stóra føroyska fjøldin í danska høvuðsstaðnum leingi, tí Klæmint Andrasson Olsen brast ballónina hjá Danmark (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Munurin millum londini í ríkisfelagsskapinum er eyðsýndur, men í undankappingardystunum í 2021 góvu Føroyar dønum skarpan gang: Danmark skoraði seint í dystinum á Tórsvølli, og í Parkini legðist Klæmint Andrasson Olsen afturat Allani Mørkøre sum minniligir málskjútti.
Trýstið á danska liðið og Kasper Hjulmand er hækkandi, og teir skulu spæla ein góðan venjingardyst, nú EM-endaspælið nærkast. Nakrir av teimum førstu hjá Føroyum eru ikki við, men aðrir kunnu nú vísa seg á stóra pallinum.
Pláss er fyri umleið 26.000 áskoðarum á Brøndby Stadium í kvøld. FSF upplýsir, at næstan 20.000 atgongumerki eru seld. Atgongumerki fáast framvegis til keyps í nethandilinum hjá danska fótbóltssambandinum, og á heimasíðuni hjá FSF.
Fyrsta bríksl í kvøld er klokkan 20.15 lokala tíð - 19.15 føroyska tíð. Kringvarpið vísir dystin. Portalurin hevur beinleiðis blogg og annað úr Brøndby.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald