Ongland - Danmark. Tað er hendan hálvfinalan, ið fyllur greitt meira her um leiðir. Serliga í Ongland og Danmark, men eisini millum nógvar føroyingar ið jú hava eitt ávíst tilknýti til Danmark og til enskan fótbólt.
Hin hálvfinalan er tó ikki minni spenanndi á pappírinum. Tað er í roynd og veru tann í kvøld, sum hevur størri sannlíkindi fyri at gerast heilt spennandi. Italia er favorittur eftir tí "vekingina", ið er komin við Roberto Mancini og serliga eftir flottu dystirnar móti Turkalandi, Sveis og Belgia. Men veddingarfyritøkurnar og viðmerkjarar geva eisini spaniólum, ið ikki hava eins stórar stjørnur sum áður, góðar møguleikar at spæla seg í finaluna.
Um tað skuldi eydnast hjá Luis Enrique og hansara monnum at gjørt tað í kvøld, so verður tað fjórðu ferð, at spaniólar megna hetta. Í 1984 tapti Spania 2-0 móti Platini og Fraklandi í Fraklandi. 24 ár seinni eydnaðist tað loksins hjá Spania at vinna eina stóra kapping, og fýra ár seinni knústu teir í reyðum Italia í EM-finaluni í Kiev við 4-0 sigri og frálíkum spæli.
Liðformaðurin hjá Spania, Sergio Busquets, var við til at basa Italia í EM-finaluni í 2012. Nú skal hann royna at leiða lið sítt framvið Italia og í finaluna hesuferð (Mynd: EPA9
Teir tríggir ið eru grundarlagið til itlska verjumúrin lurta eftir venjara - frá vinstru til høgru: Málverjin Gianluigi Donnarumma og royndu miðverjarnir Giorgio Chiellini og Leonardo Bonucci (Mynd: EPA)
Finalutapið fyri Spania gjørdist tað higartil annað í røðini í hesari øldini hjá Gli Azzuri. Í 2000 tapti Italia 2-1 eftir Golden Goal mál hjá Fraklandi. Seks ár seinni lønti Italia Fraklandi aftur við sigri í brotssparkskapping í HM-finaluni í Berlin. Nú vilja tey í stilvalandinum hava eitt EM-heitið - tað eru 53 ár síðani EM-gullið á heimavølli. Fótbóltsfepurin er av álvara høgur í landinum. Í bólkaspælinum spældi Italia á heimavølli og lat einki mál inn. Liðið hjá Mancini fór síðani til Wembley, har Eysturríki ikki var so at knógva. Tað eydnaðist tó at vinna 2-1, eins og tað gjørdi í fjórðingsfinaluni móti Belgia í München - tó var longd leiktíð neyðug í áttandapartsfinaluni.
Nú eru italumenn aftur í enska høvuðsstaðnum. Spania hevur stríðst seg har til við fyrst at vinna avgerandi dystin í bólkaspælinum 5-0 - Spania var eisini á heimavølli alt bólkaspælið - síðani 5-3 eftir longda leiktíð í ótrúligum dysti í Parkini móti Kroatia, og fríggjadagin við sigri eftir brotssparkskapping í Sankta Pætursborg móti Sveis.
Bólttryggasta liðið í kappingini skal nú royna at basa tí, sum - fyri tað mesta - bæði hevur sæð gott út við bólti og í verjustøðu. Tað kemur dátt við hjá Italia, at dugnaliga og lívliga vinstri bakkurin, Leonardo Spinazzola, sleit hælsinuna í dystinum móti Belgia fríggjakvøldið. Hálvfinalan á Wembley byrjar klokkan 20.
Leonardo Spinazzola borin av vølli eftir óhappið í dystinum móti Belgia (Mynd: EPA)
EM-hálvfinalur
Í kvøld - 6. juli
Wembley, London
20.00: Italia - Spania
Í morgin - 7. juli
Wembley, London
20.00: Ongland - Danmark
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald