
Tað gongur framá hjá Jákup Petur Eliassen og Ken Bærentsen, sum eru í holt við at súkkla til nærum allar bygdir í Føroyum upp á 48 tímar. Tað vil siga allar bygdir har vegur førir til.
Suðuroy og Sandoy eru avgreiddar, og nú skal súkklast á vestaru síðu av Streymoynni, og súkklað verður eitt nú til Syðradals, Norðradals, Skæling, Kvívík og Vestmanna.
Eftir ætlan verður endað í Gásadali um midnáttarleitið.
Aftur í morgin verður súkklað, og byrjað verður í Fugloynni og endað verður mikumorgunin á Vaglinum.
--
Súkklað verður millum annað fyri at seta fokus á Eydnudeildina, og tað arbeiðið tey gera. Til ber at stuðla við at flyta pening á kontu: 9865-3135467.
-
Jákup Petur Eliassen, Ken Bærentsen og Uni Heðinsson, sum súkklaði við teir umleið 35 kilometrarnar í Sandoy (Mynd: Jákup Petur Eliassen)
-
Teinurin av Gomlurætt til Gásadals (Mynd: 3-2 / KvF)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald