Leygardagin 9. september kl. 13 skipa Vestmanna Kommuna og Tórshavnar Súkklufelag fyri forkunnugari súkklukapping. Avbjóðingin er at súkkla Miðalsbrekku.
Teinurin er bert hálvanannan kilometur, men tað eru 120 hæddarmetrar, og í løtum er brattarstigið yvir 20 prosent.
At súkkla brekkur er vælumtókt í Englandi, og verða hesar skipaðar um heystið, tá veðrið ofta ikki er til vildar til at súkkla longu teinarnar. Hetta er fyrstu ferð at slík kapping verður roynd í Føroyum.
Stutti teinurin ger, at øll kunnu verða við, og fyriskipararnir vóna, at nógv vilja royna seg.
Brekkan er tó so avbjóðandi, at ein má geva alt ein eigur fyri at fáa eina góða tíð og vinna heiðurin King or Queen of the mountain.
Til eina brekkukapping ber til at taka alla óneyðuga vekt av súkkluni, og vera í løttum klæðum. Tað er ofta so, at tað ikki eru tey sum vinna langteinar sum vinna brekkukappingar. Tí er lagt upp til eina sera spennandi kapping.
Øll eru vælkomin at royna seg. Tilmelding er á Reyða Torgi frá kl.13, og fyrsti súkklari fer avstað kl. 13.30. Aftaná verður vinningur latin til besta mann, kvinnu, U23 og vestmenning.
Tað er krav at súkklarin er í hjálmi.
Til ber at parkera bilar við ítróttarhøllina, har tað eisini er atgongd til skiftirúm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald