Talan var um eina heldur buldruta kappingarbyrjan, tá árins fyrsta súkklukapping var á skránni leygardagin, skrivar Tórshavnar Súkklufelag.
Umframt nógvan vind og glaðurok í Kaldbaksbotni, endaði kappingin við einum braki, tá ein av luttakarunum rendi á seyð, sum knappliga stóð mitt á vegnum.
Óhepni súkklarin rendi á seyðin beint áðrenn hann skuldi koyra um mállinjuna. Óhappið ávirkaði sjálvandi kappingina, og teir sum komu á mál eftir súkklaran, og sum tá sóu ein lívleysan súkklara liggjandi á asfaltinum, høvdu ikki orku at traðka seinastu metrarnar um mállinjuna.
Sjúkrabilurin kom eftir súkklaranum, og hann varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Hann bleiv útskrivaður dagin eftir, og hevur tað eftir umstøðunum gott, verður upplýst í tíðindaskrivi.
Kappingin leygardagin var fyrsta umfar av GIANT Várkappingini 2021. Hetta er ein CUP kapping, sum er samansett av fimm kappingum, og har tað bara verður kappast í Einkultstarti.
Sum áður nevnt, vóru líkindini til at kappast ikki tey allarbestu. Hóast tað var undirtøkan sera góð, skrivar Tórshavnar Súkklufelag. Sterkastu súkklararnar bjóðaðu sær sjálvum og øðrum av, og undan kappingini bleiv gitt hvørt tað var Helgi W. Olsen ella Dávur Magnussen, ið fóru við sigrinum.
Teinurin leygardagin var Kaldbaksbotnur, Kaldbaksbygd, og so aftur á Kaldbaksbotn. Teinurin skuldi koyrast tríggjar ferðir – tilsamans 24 kilometrar. Tað var tætt millum nummar eitt og tvey, men Helgi W. Olsen átti munin og vann á Dávur.
Jákup Petur Eliasen er somuleiðis sera sterkur í Einkultstarti, men í síðsta umfari var hann óheppin, tá hann koyrdi í eitt hol á vegnum, og bakhjólið punkteraði. Jákup Petur legði hart út, og hevði hann, saman við Helga, bestu tíð á fyrsta umgangi. Stuttligt hevði tí verið at sæð hvussu samlaða tíðin hjá Jákup Petur bleiv.
Skal ein súkklari gera sær vón um at vinna eina cup kapping, so skal viðkomandi luttaka í fýra av fimm kappingum. Jákup Petur skal sostatt luttaka í teimum resterandi kappingunum, um hann fer eftir samlaða sigrinum.
Tvær kvinnur stillaðu upp, og eisini hjá teimum var tætt. Rigmor Rasmussen átti munin og vann.
Úrslit frá kappingini sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald