- Kappingarárið 2019-20 fekk ein bráðan enda tíðliga í mars mánaði orsakað av korona-sóttini. Í hesum sambandi, og ásannandi at hondbólturin í størri mun er við at gerast ein heilársítróttur, fer HSF at skipa fyri summarkappingum fyri kvinnur og menn.
Tað eru lið úr bestu deildunum í Føroyum, umframt ungdómslandsliðini, sum koma at spæla í kappingin. Hjá monnum verður eisini eitt úrvalslið samansett av leikarum sum spæla uttanlands, og hetta, afturat tí at ungdómslandslið (m.a 02-árgangurin hjá monnum) skulu royna seg, ger kappingina sera áhugaverda.
Hugsast kann, at millum teir tríggir leikararnir í miðjuni verða at síggja á úrvalsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)
Kappingin er skipað soleiðis, at liðini eru deild í tveir bólkar og spæla einaferð móti hvørjum øðrum, og síðani spæla vinnararnir av bólkunum finalu. Finalurnar verða leygardagin tann 11. juli. Kappingin byrjar týsdagin 23. juni við dysti millum Kyndils-kvinnur og U16-landsliðið, har fleiri spennandi leikarar eru við.
Okkara-summarkapping (Menn):
Bólkur 1: H71, Kyndil, VÍF, U20-landsliðið.
Bólkur 2: Neistin, KÍF, Úrsvalsliðið, U18-landsliðið.
SMS-summarkapping:
Bólkur 1: Neistin, VB, U18-landsliðið.
Bólkur 2: Kyndil, H71, Stjørnan, U16-landsliðið.
Leiksskráin fyri kappingina sæst her:
SMS- og Okkara-summarkapping 2020
Liðini fyrireika seg longu til komandi kappingarár og fyrireika U-landsliðunum seg somuleiðis til komandi altjóða uppgávur. Kappingin er eitt høvi hjá feløgunum at koma í gongd við dystir aftur og hjá hondbóltsglaðum áskoðarum at koma í hallirnar at síggja góðan hondbólt, skrivar hsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald