Hondbóltur

Súna aftur á vøllinum fyri Skanderborg

Tvær vikur undan fráferð til EM-endaspælið vendi Súna Krossteig Hansen væl aftur á vøllin í bestu donsku deildini - við fýra málum og tveimum uppleggum. Rakul Wardum og Ringkøbing vunnu sín fyrsta dyst, har havnarkvinnan hevði brotskastsbjarging.

Súna Krossteig Hansen kann gerast sera týðandi fyri føroyska liðið til EM-endaspælið. Harvið hevur tað sanniliga nakað at siga, at hon er aftur á vøllinum eftir eini seks vikur við fótskaða (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Súna Krossteig Hansen kann gerast sera týðandi fyri føroyska liðið til EM-endaspælið. Harvið hevur tað sanniliga nakað at siga, at hon er aftur á vøllinum eftir eini seks vikur við fótskaða (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-13 22:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Trý av teimum seks føroyingafeløgunum í fremstu donsku kvinnudeildini spældu í kvøld fyri seinastu ferð undan "EM-steðginum".

Tað gekst ikki væl hjá Anniku Fríðheim Petersen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen í Esbjerg. Heimaliðið vann sum væntað greitt á uppflytarunum: Tað endaði 40-22. Lív S. Poulsen skoraði eitt av fýra skotum og hevði nakrar tekniskar villur. Annika Petersen bjargaði bert tvey av 19 skotum. Landsliðsmálverjin stóð annars framúr væl, tá Aalborg vann týðandi dyst sunnudagin. Uppflytararnir liggja nummar átta av teimum 14 liðnum, og tað er góðkent áðrenn dystirnar í 2025.

Sí eisini : Annika gjørdist avgerandi seinastu tíggju minuttirnar

Ringkøbing liggur aftast í Kvindeligaen, men í kvøld vann liðið hjá hinum føroyska landsliðsmálverjanum sín fyrsta sigur í kappingarárinum - og fekk síni fyrstu stig. Ringkøbing vann við heili átta málum á heimavølli móti Silkeborg-Voel. Rakul Wardum spældi ikki nógv, men unga havnarkvinnan hevði eina brotskastsbjarging.

[object Object]
Rakul Wardum bjargar brotskasti í Íslandi. Tað gjørdi hon eisini í sigri í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað mest jaliga fyri føroyska EM-liðið, sum savnast í Føroyum sunnudagin, var, at Súna Krossteig Hansen spældi aftur. Tað hevur kviki bakspælarin ikki gjørt seinastu vikurnar.

Súna beklaði í sambandi við landsliðstúr í Føroyum síðst í september. Síðani hava hon og fysioterapeutur og onnur arbeitt við, at 24-ára gamli føroyingurin verður til reiðar áðrenn EM, og fær fótin í rættlag.

[object Object]
Løtan tá Súna Krossteig Hansen fekk keðiliga skaðan í Føroyum í heyst 

Hetta er eydnast. Skanderborg tapti 26-35 fyri Sønderjyske í kvøld, men tað var ein sigur fyri Súnu K. Hansen, at hon fekk nógva spælitíð og eisini stóð seg væl: Fýra mál (næstflest hjá Skanderborg), tvey upplegg og eitt vunnuð brotskast Tvey brend skot og tvær tekniskar villur trekkja niður, men ein umráðandi dystur fyri eina av teimum mest umráðandi hjá Føroyum stutt áðrenn EM.

Í gjár tapti Horsens Håndbold Elite 23-36 á heimavølli fyri Ikast. Claus Mogensen høvuðsvenjari á føroyska A-landsliðnum, stjórnar Horsens. Spælskiparin Maria Pálsdóttir Nólsoy spældi í løtum í gjár, og legði hon upp til tvey mál.

Jana Mittún, Pernille Brandenborg, umframt Marita Mortensen, Lív Bentsdóttir Zachariasen og Bjørk F. Joensen í næstbestu deildini, spæla sínar seinastu dystir næstu dagarnar, áðrenn kósin verður sett móti Føroyum - og 27. november móti Sveis. Steðgur verður eisini í SMS-deildini í Føroyum skjótt.

Støðan í Kvindeligaen sæst her

Rættað og dagført: 22.22

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder