Myndir av komandi liðfeløgunum, millum annað landsliðsmálverjanum Armelle Attingré, og síðani ein við Súnu Krossteig Hansen við 10-talinum.
Nøkur brot við góðum málum hjá gjøgnumbrotssterku kvinnuni frá HM-endaspælinum fyrr í vetur síggjast eisini. Sum skilst er tað serliga sterka avrikið hjá Súnu fyri Føroyar í Týsklandi í november og desember, sum hevur gjørt, at meistaraliðið úr Montenegro hevur fingið eyguni upp fyri føroyska bakspælaranum.
Til seinast í samansetta videobrotinum hjá Buducnost sæst Súna Krossteig Hansen sita við penninum og sáttmálanum, sum ger hana til yrkisspælara.
Sí video hjá ZRK Buducnost Podgoricia ovast
Súna Hansen var torfør at steðga fyri fleiri lið í Týsklandi (Mynd: Sverri Egholm)
25-ára gamli føroyingurin hevur seinastu árini spælt í bestu donsku deildini - í løtuni við Skanderborg ið stríðist fyri at halda sær í deildini.
Sum Portalurin kundi fortelja í gjár, hevur Súna K. Hansen gjørt sáttmála við ZRK Buducnost, sum situr á deildini í Montenegro og árliga er í Champions League. Liðið vann eisini størstu kappingina fyri lið í 2012 og 2015.
Enn ein stór flyting fyri føroyskan hondbólt.
Les meira um skifti, ið vit kundu váttað longu í gjár, her:
Váttað: Súna Krossteig Hansen skiftir til stórfelag í Montenegro í summar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald