
Skanderborg Håndbold endaði niðast í niðara endaspælinum - Aarhus flutti niður eftirgrundspælið. Harvið varð neyðugt við upp- og niðurflytingardystum móti Holstebro.
Tað var møguliga best av trimum, men sum væntað avgjørdi Skanderborg tað trygt í tveimum dystum. 31-20 sigurin í Holstebro í vikuni gjørdist avgerandi. Fyrri hálvleikur var annars ikki so góður hjá Súnu Krossteig Hansen og teimum, men alt varð sett uppá pláss eftir steðgin.
Súna spældi ikki stóran leiklut í álopspartinum í hesum dystinum. Hon hevur verið nógv darvað av skaðum hetta kappingarárinum.
Tað er tó greitt, at kvika havnarkvinnan heldur fram í jútska felgnum, sum heldur fram í fremst donsku deildini.
Tað gera fleiri aðrar føroyskar eisini. Sjey hava spælt í Kvindeligaen í ár. Ein fer til Noregs í summar, og ivamál er við einari aðrari - ein kemur upp:
- Súna Krossteig Hansen (Skanderborg Håndbold)
- Maria Pálsdóttir Nólsoy (Horsens Håndbold/HH Elite)
- Jana Mittún (Viborg HK)
- Rakul Wardum (Skanderborg Håndbold)
- Annika Fríðheim Petersen (Aalborg EH) *
- Marita Mortensen (Júst flutt upp við HØJ Elite)
* Byrjar eftir ætlan aftur eftir barnsburð í heyst/tíðliga í vetur
Eftir kappingarlok skiftir Pernille Brandenborg úr København Håndbold til Storhamar í Noreg.
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen hevur seinastu mánaðirnar ikki verið partur av hópinum hjá Aalborg. Tað er óvist, hvat hon spælir næsta kappingarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald