Hondbóltur

Sunnudagin klokkan 11: Avgerandi dystur móti Póllandi um HM-pláss

Føroysku U18-menninir hava ein EM-dyst eftir í Serbia - og ein møguleika eftir at vissa sær eitt endaspæl til næsta ár. Portalurin vísir dystin í morgin og til ber at lurta á FM1.

Jóan Petur Mortensen í dystinum móti Póllandi mánadag. Nú bresta liðini saman aftur í seinasta dysitinum - einum týðandi dysti (Mynd: Nikola Cimburovic)

Jóan Petur Mortensen í dystinum móti Póllandi mánadag. Nú bresta liðini saman aftur í seinasta dysitinum - einum týðandi dysti (Mynd: Nikola Cimburovic)

2026-08-08 13:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Éftir tvey smøl føroysk tap í dystunum um 9. - 16. pláss, skulu Føroyar spæla um 15. plássið í U18 EM-endaspælinum morgin. 

Dysturin verður móti Póllandi, sum Føroyar í evstu løtu stríddu seg til javnleik ímóti í miðumfarinum.

Sí hendingina og dramatisku løtuna millum Føroyar og Póllandi (35-35) fyrr í vikuni niðanfyri:

Les eisini: Vill vend tryggjaði eitt stig og helt lív í vónini um føroyskt fjórðingsfinalupláss 

Hetta er samstundis stríðið um seinasta evropeiska plássið til U19 HM næsta ár: Topp-15 fáa atgongmerki til eitt endaspæl í 2027 eisini.

Hetta vilja føroyingar ógvuliga gjarna, tað var høvuðsmálið undan kappingini, eins og hjá 06- og 07-árgangunum. Teir hava megnað hetta tvær ferðir nú.

Føroyar hava hvílidag í dag og spæla avgerandi dystin í morgin, sunnudagin 9. august, áðrenn heimferð er.

Dysturin byrjar klokkan 11 og sæst beinleiðis óg ókeypis á Portalinum - við føroyskum frásøgufólki. Frásøgn hoyrist eisini á FM1

Les eisini: Nú hevur Boas yvirhálað systkinabarnið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder