Hondbóltur

Vill vend tryggjaði eitt stig og helt lív í vónini um føroyskt fjórðingsfinalupláss

Hóast Pólland var frammanfyri við fimm málum tá seks minuttir restaðu í av fyrsta miðumfarsdystunum, endaði tað við javnleiki. Les frágreiðing frá dystinum og sí tøl her.

Eftir misjøvnu fyrstu 10 minuttirnar spældi Boas Ellefsen á Skipagøtu seg veruliga upp. Ein rimmar dystur, har hann gjørdi heili 12 mál og átti leiklut í so nógvum øðrum (Mynd: Nikola Cimburovic)

Eftir misjøvnu fyrstu 10 minuttirnar spældi Boas Ellefsen á Skipagøtu seg veruliga upp. Ein rimmar dystur, har hann gjørdi heili 12 mál og átti leiklut í so nógvum øðrum (Mynd: Nikola Cimburovic)

2026-08-03 21:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder


[object Object]Hondbóltssamband Føroya: Hóast Pólland var frammanfyri við 5 málum tá smáir sjey minuttir restaðu, so satsaðu okkara alt og kempaðu seg til ein javnleik í allarseinasta sekundi, tá Jónas Fossabrúgv fiskaði bóltin og spældi Brand Debes Dánialsson frían beint sum tíðin fór. Dysturin endaði 35-35, eftir hálvleiksstøðuna 16-15 til Póllands.

Føroyar fingu eina misjavna byrjan uppá dystin. Hóast verjan stóð væl móti tungu póllendingunum, so hepnaðist ikki so væl í álopinum. Okkara brendu illa og spølini inn á strikuna raktu ikki. Føroyar máttu taka leikbrá eftir 10 minuttir og fóru yvir at spæla 7 móti 6. Okkara vóru tó óhepnir og vóru fleiri smálutir, sum ikki fullu í føroyskan lut. Føroyar komu afturum 12-6, men síðani raknaði Boas á Skipagøtu veruliga við og gjørdi 6 mál á rað fyri Føroyar. Føroyar komu innaftur í dystin og var bert eitt mál á muni í hálvleikinum, 16-15 til Póllands.

Føroyar fingu eisini eina vánaliga byrjan uppá seinna hálvleik, har okkara komu til góðar kjansir, men vóru teir brendir. Póllendingar vóru skjótir at revsa, og eftir stutta løtu stóð 20-16. Føroyar komu tó betur við, men póllendingar sýndu eisini gott spæl og hildu leiðsluna. Føroyar komu uppá javnleik eftir 47 min., men var tað ógvuliga avgerandi, tá Boas á Skipagøtu var jarðlagdur í púra fríari støðu. Dómararnir lótu tó ikki við seg koma, og Boas skuldi út at sita í trý álop fyri at dómararnir góvu tekin um, at hann skuldi verða tilsæddur á vøllinum.

Ein lítil løta gekk og so vóru póllendingar aftur frammanfyri við fimm, tá 7 minuttir restaðu. Okkara satsaðu tó alt seinastu løtuna, meðan póllendingar spældu í so nógv við hondbremsuni. Munurin minkaði, og beint sum vit hildu at dysturin var avgjørdur, fiskaði Jónas Fossabrúgv ein nærum ógjørligan bólt, spældi Brand Debes Dánialsson púra frían og liðugt var, 35-35.

[object Object]
Mynd: Nikola Cimburovic

Eftir dystin var Boas Ellefsen á Skipagøtur kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Eftir misjøvnu fyrstu 10 minuttirnar spældi hann seg veruliga upp. Ein rimmar dyst har hann gjørdi heili 12 mál og átti leiklut í so nógvum øðrum.

Næsti dystur hjá Føroyum verður í morgin, týsdagin kl. 18.30 móti Danmark. Føroyar kunnu enn røkka fjórðingsfinalurnar, men skulu úrslitini í fleiri dystum ganga okkara veg. Portalurin vísir dystirnar hjá Føroyum, og FM1 sigur frá.

U18 EM-endaspæl, bólkur III í miðumfarinumm
1. umfar, í dag mánadagin 3. august
Føroyar - Pólland 35-35 (16-15)

Toppskjútti og dagsins spælari: Boas Ellefsen á Skipagøtu 12 mál

Sí meira um dystin her

Dystargongdin: Pólland – Føroyar:
5 min. 1-1
10 min. 6-3
15 min. 10-5
20 min. 12-10
25 min. 14-12
30 min. 16-15
35 min. 20-17
40 min. 23-22
45 min. 25-24
50 min. 30-26
55 min. 33-29
60 min. 35-35

Málskjúttar hjá Føroyum:
Boas Ellefsen á Skipagøtu 12 - Dagsins spælari
Jónas Fossabrúgv 5
Teitur Bogason 3
Gabriel Skeel Árnason 3
Teitur Poulsen Hellisdal 4 (4)
Hugin Halgirson 3
Axel Holm Simonsen 2
Brandur Debes Dánialsson 2
Elias Kamp 1

Bjargingar: Micah Wardum Ragnarsson 9 bjargingar (48 minuttir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder