Ein rúgva av miðlum hava seinastu dagarnar fingið orðið á leikarar, venjarar og onnur ið eru tilknýtt teimum báðum feløgunum, sum um stór trý samdøgur bresta saman á Hard Rock Stadium. Tá Super Bowl er á skránni, eru nógv ymisk tiltøk í vikuni upp til, og liðini hava skyldu at møta upp til miðlatiltøk. Tað er óvanligt í m.a fótbóltsheiminum í Evropa, at miðlarnir hava so beinleiðis atgongd til allan hópin.
Tað byrjaði mánakvøldið, og fyrst varð Kobe Bryant, ið doyði í tyrluvanlukku sunnudagin, heiðraður. Síðani fingu amerikanskir og útlendskir miðlar høvið at gera samrøður - oftast tosa leikararnir um, hvussu stórt tað er at vera í Super Bowl. Vertsbýurin, Miami í Florida, er hesa vikuna merktur av nógvum ymiskum tiltøkum í samband við, at stóri dysturin verður sunnukvøldið.
(Mynd: EPA)
Super Bowl er risastórt, serliga í USA, og í ár er tað Fox, ið hevur sjónvarpsrættindini til dystin, ið byrjar stutt áðrenn midnátt føroyska tíð. Nakað yvir ein triðingur av amerikanarum fara at hyggja eftir dystinum, og í Evropa er talið av hyggjarum eisini vaksandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald