2019-02-03 16:57
Í nátt fara milliónir av amerikanarum og milliónir kring heim at seta seg frammanfyri skíggjan, tá Super Bowl 53 er á skránni í Atlanta.
Viðvíkjandi teimum stóru fýra ítrottargreinunum í Norður Amerika: Baseball, basketball, íshockey og amerikanskum fótbólti, so er munurin tann, at í øllum uttan í amerikanskum fótbólti eru talan um fleiri finalur. Super Bowl er eitt eitt-dags tiltak, og viðvíkjandi sjónvarpshyggjarum so er stórur. Summi ár hevur Super Bowl verið 100 milliónir frammanfyri enn til dømis miðaltalið fyri NBA-finalurnar.
Í fjør hugdu yvir 100 milliónir í USA eftir dramatiska Super Bowl-dystinum í fjør. Hetta var í miðal yvir allan dystin. Hetta vóru einar tíggju milliónir minni enn undanfarnu ár, men í USA verður væntað, at talið hækkar Í USA skiftast tær tríggar stóru rásirnar: NBC, CBS og Fox, um at hava rættindini til at vísa Super Bowl. Í ár er tað CBS, ið eigur tørn við vælumtøkta serførðinginum Tony Romo, sum í nógv ár var quarterback hjá Dallas Cowboys.
Tað er ilt at meta um hvussu nógv fólk hyggja kring heimin hyggja eftir Super Bowl. Í USA er tað ein kanal, ið vísir dystin, meðan kring heimin eru tað fleiri ymiskar. Í 2014 varð mett at talið var umleið 160 milliónir tilsamans kring heimin. Til sambering hevur Champions League-finalan havt so høgt sum 360 milliónir hyggjarar, ein dystur mitt í kappingarárinum millum Liverpool og Manchester United kann liggja yvir 700 milliónir, og VM-finalan í 2014 hevði áleið 1 milliard hyggjarar.

Ein millión krónur um sekundi
Umframt tær mongu milliónirnar sum vilja síggja dystin, og/ella Halftime Show, so draga reklamurnar eisini. Amerikanskur fótbóltur er eitt spæl við nógvum steðgum, har tað í fleiri førum verður farið til stuttan reklamusteðg. Og at fáa tíð ar lýsa fyri sínum produkti, meðan yvir 100 milliónir hava sjónvarpið frá, er gull vert fyri stórar fyitøkar. Og rásirnar sum hava rættindi til Super Bowl vita hetta, og krevja harvið eisini vektina í gulli afturfyri at lýsararnir sleppa framat.
Les eisini: Heita á Maroon 5 um ikki at framføra til Super Bowl
Tað hevur altíð kosta relativt nógv at havt reklamur meðan Super Bowl er. Seinastu árini hevur tað ligið um 5 milliónir fyri 30 sekund. Í ár verður met sett við 5,25 milliónir dollarar, 34 milliónir krónir, fyri ein hálvan minutti. Hetta svarar til meira enn 1,1 millión krónir per sekund. Lýsingarnar eru eitt vælumtøkt lið í Super Bowl-meldrinum, og tað verður sæð fram ímóti teimum. Tað kann sjálvandi føra til vinning fyri fyritøkur, tá so ótrúliga nógvir hyggjarar síggja eina reklamu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald