Náttina til mánadagin er Super Bowl á skránni, og í ár er tað bólkurin Maroon 5, sum skal framføra í hálvleikinum eftir at fleiri onnur tónleikanøvn, eitt nú Rihanna og Cardi B, hava takkað nei til at framføra.
At Maroon 5 hevur játtað at framføra í hálvleikinum hevur skapt øsing, og skipað hevur eisini verið fyri undirskriftainnsavning fyri at fáa Maroon 5 at droppa Super Bowl framførsluna.
Sambært TV2 hava fleiri enn 114.000 amerikanarar skrivað undir.
Orsøkin til, at fólk hava heitt á Maroon 5 um ikki at framføra er, at bólkurin við at siga ja til at framføra í hálvleikinum hevur sett seg í beinleiðis samband við NFL, sum nógv kjak hevur verið um í seinastuni.
NFL hevur nevniliga gjørt av at geva teimum feløgunum, hvørs leikarar fara á knæ, meðan amerikanski tjóðsangurin verður spældur, eina bót. Í USA er tað nevniliga vanligt, at amerikanski tjóðsangurin verður sungin ella spældur undan almennum tiltøkum.
Í USA hevur verið nógv kjak um, hvørt tað eigur at vera loyvt at fara niður á knæ undir tjóðsanginum, og summi vilja vera við, at tað er ein háðan móti tjóðini og amerikanska flagginum.
Hetta byrjaði alt í 2016, tá San Francisco 49ers-leikarin, Colin Kaepernick, fór á knæ, meðan amerikanski tjóðsangurin varð spældur. Hetta gjørdi hann fyri at mótmæla kúganini av littum fólkum í USA. Fleiri leikarar hava síðani gjørt honum eftir, og hetta hevur fingið fleiri - millum annað amerikanska forsetan, Donald Trump - at øsa seg. Donald Trump heitti síðani á NFL um at revsa leikarar, sum fóru á knæ undir tjóðsanginum.
Avgerðin hjá Colin Kaepernick um at fara niður á knæ var tó ikki uttan avleiðingar. Hann hevur nevniliga verið uttan sáttmála síðan 2017, og rapparin Cardi B, sum hevur takkað nei til at framføra í Super Bowl-hálvleikinum sigur, at hon noktaði at framføra, fyrr enn Colin Kaepernick hevur fingið nýggjan sáttmála.
Sangarin í Maroon 5, Adam Levine, sigur, at tey hava lurtað eftir atfinningunum, men meira vil hann ikki siga, tí hann ynskir ikki at avdúka nakað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald