Super Bowl nummar 60 er nú farin í søgubøkurnar, men um tú ikki ert fjeppari hjá Seattle Seahawks-fjeppari ella dámar tónleikin hjá Bad Bunny, so fer hon ikki at vera serliga minnilig.
Tað tók langa tíð at fáa fyrsta touchdownið í stóru finaluni. Seahawks flutti tó bóltin betri og fekk skotið fýra field goals, so at tað var 12-0 tíðliga í 2. hálvleiki.
![]()
"Kickarin" hjá Seahawks, Myers, hevði úr at gera við at skjóta. Hann var eisini tryggur og skoraði
Eftir hálvleikin, har gestaframførslan hjá Lady Gaga man vera hæddarpunktið, helt verjan hjá Seahawks á at dominera. Kenneth Walker var framhaldani besta álopsvápnið, og við nøkrum góðum spølum hjá quarterbakkinum Sam Darnold eisini og einum "verjutouchdowni", vann Seahawks sannførandi.
![]()
Bad Bunny úr Puerto Rico er stórt nógv í serliga spanskttalandi heiminum (Mynd: EPA)
Lady Gaga hevur áður hevur framført til Super Bowl og er á braddanum á ymiskan hátt. Hon gav framleiðsluni eitt annað lív
![]()
Uchenna Nwosu skoraði við einum interception í seinasta fjórðingi - hetta gjørdist so at siga avgerandi (Myndir: EPA)
Liðið hevur í grundspælinum, og við endaspælssigrunum á San Francisco 49'ers, Los Angeles Rams og nú á mest vinnandi felagnum í Super Bowl-tíðini (saman við Steelers), prógvað seg sum tað besta í NFL í 2025-2026.
Í kvøld vóru teir í myrkabláum greitt betri enn New England Patriots, sum skapti ov lítið við unga Drake Maye á odda.
Super Bowl 60: Seattle Seahawks - New England Patriots 29-13 (9-0)
Harvið hevur Seattle Seahawks á ein hátt lønt Patriots tapið frá finaluni í 2015 aftur. Í fjórðu finalu felagsins, hava "heykarnir" úr útnyrðingspartinum vunnið fyri aðru ferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald