
Ein avgerð sum kann fáa stóran týdning fyri fótbóltsheimin varð tikin við ES-dómstólin fyrrapartin.
Í apríl 2021 var nógv rumbul, tá 12 stór evropeisk feløg ætlaðu "at slíta seg leys av UEFA" og gera eina sonevnda Super League. Harvið skuldu tey spælt í henni ístaðin fyri í Champions League. Endamálið var fyrst og fremst at tryggja sær nógvan pening hvørt ár. Somu tólv liðini skuldu luttaka hvørja ferð.
Mótstøðan var øgilig millum viðmerkjarar, fjepparar og onnur feløg. Skjótt eftir at kunngerðin kom, fullu liðini frá sum flugur. Øll tey ensku og tey italsku feløguni, umframt Atletico Madrid trektu í land - eftir stóðu sponsku risarnir Real Madrid og FC Barcelona.
European Super League. Tey upprunaligu 12 - tíggju eru fyribils ikki við kortini (Mynd: Sky Sports)
UEFA, FIFA og hemligu kappingarnar gjørdu sanniliga eisini sítt fyri at steðga ætlanini. Hótt varð millum annað við, at spælarar, sum fóru at spæla í Super League, ikki sluppu at spæla við landsliðum, og at lið fóru at verða útihýst frá heimligu kappingunum.
Hetta er tó ikki lógligt: Tað er at misbrúka sítt vald og eitt brot á ES-lóggávu. Hetta hevur dómstólurin hjá Evropasamveldinum millum annað staðfest í dag. European Superleague Company (ESC), felagið sum stendur aftanfyri ætlaðu nýggju kappingini, hevur kært sína neyð og nú fingið viðhald.
Tað varð eisini staðfest, at UEFA og FIFA ikki noyðast at góðkenna hesa kollveltandi kapping. Hetta halda ávíkavist evropeiska og alheimsfótbóltssamgongan annars, at tær hava rætt til.
Dómurin minnir eitt sindur um, tá ES-dómstólurin í 1995 gav Jean-Marc Bosman og øðrum fótbóltsspælarum nógv fríari ræsir, í mun til sáttmálar og at skifta feløg. Hetta kollvelti fótbóltin. Spurningurin er so, um Super League nú veruliga hevur fingið nýtt lív, og FC Barcelona og Real Madrid fáa fleiri í sín part aftur. Serliga UEFA er nú kroyst.
Keldur: Sky Sports og dr.dk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald