Annað

Súsanna og Áslakur í Final4

Tað er nú greitt, hvørji donsk lið fara at luttaka í Final4 kappingini. Á liðunum eru Susanna Sólrunardóttir Ludvig og Áslakur Holm.

2022-12-23 08:02 Author image
Innsent
placeholder

Tað er nú greitt, hvørji donsk lið fara at luttaka í Final4 kappingini. 

Danska Final4 kappingin er endaspælið í steypakappingini, har 4 kvinnulið og 4 manslið luttaka.

Brøndby VK og Susanna Sólrunardóttir Ludvig vunnu sum væntað kvartfinaluna 3-0 ímóti VLI.

Saman við Brøndby hava ASV Elite, Holte IF og DHV Odense spælt seg til Final4 kappingina. Í semifinaluni skulu Brøndby og Súsanna leika ímóti DHV Odense, sum Brøndby fyrr í ár vann 3-0 ímóti í landskappingini.

VK Vestsjælland og Áslakur Holm vunnu kvartfinaluna 3-1 ímóti Amager VK2 og leiktu seg harvið í Final4. Hesin sigurin var eisini væntaður, tí mótstøðuliðið var 2. liðið hjá Amagar VK, har Tróndur Høgnason Hansen annars leikar.

Hini liðini, sum rukku endaspælið saman við VK Vestsjælland eru Nordenskov UIF, Marienlyst-Fortuna Volley og Gentofte Volley. Í semifinaluni skulu VK Vestsjælland og Áslakur leika ímóti Gentofte Volley. Fyrsti landskappingardysturin millum hesi liðini, sum varð leiktur fyrst í oktober endaði við 3-2 sigri til Gentofte.

Final4 verður leikt í Aarhus 3-4 februar 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder