Súsanna Sólrunardóttir Ludvig og lið hennara Brøndby VK spældu seg í kvøld víðari í hálvfinalurnar í bestu donsku flogbóltsdeildini fyri kvinnur.
Súsanna og Brøndby VK vunnu 3-2 á Team Køge við settúrslitunum 20-25, 25-19, 25-21, 15-25 og 15-6. Fyrri dysturin í Køge endaði eisini við 3-2 sigri til Brøndby.
Súsanna spældi ein góðan dyst og vann 9 stig til Brøndby í hesum dystinum.
Tað er enn ikki greitt, hvørjum Súsanna og Brøndby VK møta í hálvfinalunum.
Brøndby VK gjørdust meistarar síðsta kappingarár og eru tí enn við í stríðnum um meistaraheitið, hóast byrjanin av hesum kappingarárinum ikki var av so góð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald