Annað

Súsanna og Jákup Petur vóru líka skjót

Tórshavnar Súkklufelag skipaði fyri kappsúkkling í gjár.

2022-04-17 11:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað var sera javn, tá seinastu metrarnir skuldu koyrast niðan á Eiðisskarð. So javn, at vinnarin hjá kvinnum og monnum komu um málstrikuna í sama sekundi.

Kappast var leygardagin, og møguleiki var at kappast á tveimum teinum. Øll byrjaðu samstundis frá Effostøðini í Havn, haðani tey koyrdu gjøgnum Kaldbakstunnilin, og norður gjøgnum Sundalagið. 

Tey sum koyrdu tann longri teinin, skuldu koyra gjøgnum Hvalvík, og til Saksunar, har tey vendu. Leiðin gekk aftur til Hvalvíkar, og síðan víðari gjøgnum Sundalagið, niðan til rundkoyringina við Norðskálatunnilin, og síðan móti Eiði, og niðan á Eiðisskarð, har málið var.

Tey sum koyrdu styttra teinin vendu ikki inn til Hvalvík, men hildu leiðina fram til móti Eiðisskarði.

Jákup Petur og Súsanna í essinum

Jákup Petur Eliasen var í essinum, og tað var Súsanna Skylv eisini.

Magni Hansen og Jóan Petur Joensen koyrdu eins og Jákup Petur og Súsanna longra teinin, men ávegis niðan móti Norðskálatunnlinum mistu teir. Teir jagstraðu, men Jákup Petur og Súsanna øktu javnt.

Magni og Jóan Petur mistu, men tað gjørdi Súsanna ikki, og tað var tí í sama sekundi, at vinnarin hjá kvinnum og monnum komu um málstrikuna á Eiðisskarði.

Á styttra teininum gjørdist Anita Johannesen vinnari, og hjá monnum Bogi Gregersen. 

Bogi gjørdi bart, og fór frá hinum frá byrjan, og koyrdi solo á mál. Bogi Gregersen vann tryggan sigur við góðum átta minuttum á nummar tvey, ið gjørdist Thorleif Thorleifsson. Christian Guttesen var óheppin og punkteraði. 

Tíðarkoyring í morgin

Annan páskadag verður aftur kappast. Tá verður kappast í tíðarkoyring. Teinurin mánadagin verður frá Auto Service í Havn, eftir Oyggjarvegnum, og niðan á Sornfelli. 

Tá kappast verður í tíðarkoyring fer ein og ein súkklari avstað. Ein minuttur er millum hvønn súkklara, og hóast eina ábending, so er onki avgjørt fyrr enn øll eru komin á mál.

Til hesa kapping skal súkklarin kappast á vanligari kappsúkklu. Hetta merkir, at súkklarin ikki hevur loyvi at nýta ein sokallaðan TRI boyla. Kappingin byrjar klokkan 15.

Úrslit:

77 km, Tórshavn, Saksun, Eiðisskarð, kvinnur:
1. Súsanna Skylv, 2 tímar 19 minuttir 40 sekund

77 km, Tórshavn, Saksun, Eiðisskarð, menn:
1. Jákup Petur Eliasen, 2 tímar 19 minuttir 40 sekund
2. Magni Hansen, 2:38:30
3. Jóan Petur Joensen, 2:40:00

50 km, Tórshavn, Eiðisskarð, kvinnur:
1. Anita Johannesen, 2 tímar 23 minuttir 37 sekund

50 km, Tórshavn, Eiðisskarð, menn
1. Bogi Gregersen, 1 tíma 57 minuttir 40 sekund
2. Thorleif Thorleifsson, 2:05:58
3. Henry Berg, 2:12:42

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder