Fótbóltur

Svein Knút skiftir til EB/Streym

19 ára gamli Svein Knút Magnussen hevur skrivað undir sáttmála við EB/Streym fyri komandi kappingarár.

Mynd: EB/streymur

Mynd: EB/streymur

2019-01-30 23:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

19 ára gamli Svein Knút Magnussen hevur skrivað undir sáttmála fyri árið 2019.

Svein Knút er ein verjukendur leikari, ið kann røkja øll plássini í bak ketuni og eisini á defensiva miðvøllinum. Svein Knút er sonur Berg Magnussen, sum í 80inum og fyrru helvt av 90inum bumbaði mál in fyri Steym, B36, EB/Streym og føroyska landsliðið.

Svein Knút flutti sum smádrongur til Danmarkar við familjuni, og seinni kom hann á talentliðið hjá Vejle Boldklub og fekk eisini landsliðsboð, skrivar EB/Streymur á heimasíðuni. Í 2014 og 2015 leikti hann 20 dystir fyri føroyska U17 landsliðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder