Hondbóltsfelagið hjá monnum í Klaksvík hevur sett venjarapar til komandi kappingarár. Hetta váttaði Helena V. Kallsberg, forkvinna í felagnum, fyri Norðlýsinum í gjár.
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein og Hans Arni Thomsen eru báðir havnarmenn, men serliga Svein Rógvi hevur búð leingi í Klaksvík, og teir kenna báðir felagið væl.
Svein Rógvi hevur í fleiri førum staðið á odda fyri Team Klaksvík, og var í tíðarskeiðið, har Stjørnan var í oddinum í føroyskum hondbólti, venjari hjá kvinnunum í Klaksvík.
Hans Arni Thomsen hevur áður spælt fyri Team Klaksvík. Seinast hevur strikuleikarin, ið serliga er kendur fyri sínar dygdir í veruspælinum, spælt við barndómsfelagnum Kyndli. Nú skal hann vera leikandi venjari í Klaksvík.
Leikandi venjarin seinastu tvey árini, Finnur Hansson, er farin úr felagnum. Tað er íslendski strikuleikarin Hørður Fannar Sigtórsson eisini. Donsku leikararnir ið spældu fyri Team Klaksvík í fjør eru eisini burtur. Seinasta kappingarár vann Team Klaksvík niðara endaspælið í landskappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald