Tað verður 31 ára gamli Sveinur Ellefsen, sum verður høvuðsvenjari hjá kvinnunum í bestu deildini hjá Skála Ítróttarfelag.
Skála og EB/Streymur hava í nógv ár samstarvað um kvinnulið, men í fjør vóru feløgini samd um, at fara hvør til sítt.
Sveinur Ellefsen er 31 ára gamal, ættaður úr Miðvági og hevur verið virkin í fótbólti síðan á ungum árum. Hann hevur verið leikari í 1. og 2. deild hjá monnum í MB og 07 Vestur, og eisini virkað, sum venjari seinastu 15 árini. Hann er giftur við Hansu Heðinsdóttir Ellefsen og eru tey búsitandi á Skála.
Til aðalfundin hjá Skála Ítróttarfelag í 2023 bleiv Sveinur valdur inn í starvsnevndina hjá felagnum og bleiv hann afturvaldur til nevndarvalið fyri 2024. Í samband við at Sveinur traðkar til, sum høvuðsvenjari hjá kvinnum fer hann at taka farloyvi frá nevndararbeiðinum.
Grundspælið í landskappingini hjá kvinnum fer í gongd 26. mars. Skála vitjar tá grannarnar á Skálafjørðinum, NSÍ.
Týsdagin 26. mars
NSÍ - Skála
B36 - 07 Vestur
Mikudagin 27. mars
HB - KÍ
Víkingur - TB/FC/Royn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald