placeholder
Fótbóltur

Sveis er seinasta liðið í áttandapartsfinaluni

Í undirhaldandi dysti móti Serbia dró Sveis longra stráðið og er triðja ferð á rað millum tey seinastu 16 í einum HM-endaspæli. Brasil tapti fyri Kamerun men vann kortini bólkin. Fyrstu 1/8-finalurnar eru á skránni í morgin.

Sveisar kundu fegnast um enn ein stóran sigur á Serbia (Mynd: EPA)

Sveisar kundu fegnast um enn ein stóran sigur á Serbia (Mynd: EPA)

2022-12-02 21:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu dystirnir í HM 2022 bólkaspælinum vórðu spældir í kvøld.

Brasil var longu komið víðari, og tíggju broytingar vórðu eisini gjørdar í byrjanaruppstillingini, í mun til sigurin á Sveis síðst. Helst størsti favoritturin at vinna kappingina var fyri tapið móti Kamerun. Liðformaðurin Vincent Aboubakar skoraði einasta máli í dystinum í longdu leiktíðini við góðum stútara - og fekk seinna gula kortið fyri at lata seg úr blusuni. Stórt úrslit og flott avrik hjá afrikanska landinum men tað rakk ikki til víðari luttøku.

[object Object]

Hetta var tí, at Sveis vann á Serbia og harvið kom uppá seks stig. Heili fýra mál komu í fyrra hálvleiki: Fyrst sló Shaqiri til, síðani revsaðu sterku serbisku áleypararnir - Mitrovic og Vlahovic - sveisisk mistøk í uppspælinum við góðum skotum, men stutt fyri hálvleik spældi Sveis væl, og eyðsýndi áleyparin Brett Embolo hevði seinasta fótin á.

2-2, tað var Serbia, ið skuldi vinna, men stutt eftir hálvleik fekk Sveis enn eitt flott mál, ið Remo Freuler varð skrásettur fyri, og fyriuttan nøkur størri og minni rok millum serliga kosovo-albanskt fødda Granit Xhaka og serbar, fór luftin úr dystinum eftir hetta. Sveis vísti seg væl fram í EM-endaspælinum í fjør og er nú komið víðari úr bólkaspælinum trý HM á rað. Hjá Serbia var aftur talan um stórt vónbrot.

[object Object]

Við hesum úrslitunum er tað endaliga greitt, at áttandapartsfinalurnar í HM-endaspælinum síggja soleiðis út:  

Leygardagin 03.12:
15.00: Niðurlond - USA
20.00: Argentina - Avstralia

Sunnudagin 04.12:
15.00: Frakland - Pólland
19.00: Ongland - Senegal

Mánadagin 05.12: 
15.00: Japan - Kroatia 
19.00: Brasil - Suður Korea

Týsdagin 06.12:
15.00: Marokko - Spania
19.00: Portugal - Sveis

Bólkur G: 

Í kvøld 02.12

Serbia - Sveis 2-3 (2-2)
Kamerun - Brasil 1-0


1. Brasil 6 stig 
2. Sveis 6 stig
3. Kamerun 4 stig
4. Serbia 1 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder