Eftir sera góða sigurin á Litava í gjár, og sigurin hjá Litava á Finnlandi fyrr í dag var føroyski setningurin einfaldur men tó ógvuliga trupul: Føroyar skuldu vinna á vertunum og favorittunum Sveis fyri at koma víðari til næsta bólk í HM-undankappingini.
Sveis hevði bert latið 30 mál inn í teimum báðum undanfarnu dystunum, og vísti eisini sína styrki í dag. Føroyar fingu sítt fyrsta mál eftir 5.min Álopsspælið hjá Føroyum var heldur stirvið, og ógvuliga nógv og væl órógvað av sterku og ágangandi verja hjá Sveis. Føroyska liðið gjørdi eisini ov nógv mistøk orsakað av hesum.
Tað leikaði tó rímiliga javnt á fyrstu løtuna, og føroyska verjan var, eins og í gjár, stinn og lat bert fýra mál inn fyrsta korterið. Men seinnu helvt av hálvleikinum komu fleiri trupulleikar. Tað vóru trý mál á muni í hálvleikinum; Sveis var omaná, men einki var avgjørt
Sveis kom betri út til 2. hálvleiki. Tær høvdu eina leiðslu uppá 4-5 mál størsta partin av hálvleikinum. Føroyska liðið megnaði ikki heilt at fáa spælið at hanga saman, og munurin gjørdist ikki minni; onkuntíð fór tað upp á seks og sjey mál Sveis fekk vart væl fyri álopsspælinum hjá Føroyum; tað eydnaðist ikki at fáa sett yvirgongd frá vonginum upp og ofta vóru tær føroysku kroystar at skjóta, tá armurin hjá dómaranum fór upp.
Tað vóru avgjørt glottar í føroyska spælinum, og liðið fall ongantíð saman, men vísti millum annað nógv góð tin móti endanum. Samanumtikið var Svies tað sterkara liðið, og skal nú spæla í sjálvari undankappingini til HM móti sterkara liðnum. Føroyska liðið endar á 3. plássið við tveimum stigum við ymiskum jaligum at taka við.
Sveis – Føroyar 23-19 (11-8)
Føroysku málskjúttarnir:
Durita C. Jojic 3
Kristianna Henneberg Joensen 3
Marianna G. Eystberg 3
Turið Arge Samuelsen 3
Maria H. Weyhe 2
Bjarta Johansen 1
Súna K. Hansen 1
Pernille Brandenburg 1
Tóra Eliasen 1
Sveis 6
Litava 2
Føroyar 2
Finnland 2
Hondbóltur
Sveis var ov sterkt til Føroyar
Føroysku kvinnurnar spældu sín møguleika, men vertirnir vunnu fult uppiborið og eru víðari.
Føroyska liðið stríddist væl móti Sveis, men tað rakk tíverri ikki (Savnsmynd/Sverri Egholm)
2018-12-02 15:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald