Svenski fótbóltsvenjarin Sven-Göran Eriksson doyði í morgun, eftir at hava verið sjúkur í longri tíð. Hann gjørdist 76 ára gamal, boðar familja hansara frá.
- Tað gekk skjótt til seinast, og í morgun svav hann inn við familjuni rundan um seg, sigur umboðsmaður hansara, Bo Gustavsson, sambært svenska sjónvarpinum, SVT.
Sven-Göran Eriksson var raktur av krabbameini í brisinum, og greiddi í januar frá í svenskum útvarpi, hat hann í besta føri hevði eitt ár eftir at liva í.
Sum venjari náddi Sven-Göran Eriksson at standa á odda fyri 12 liðum, Degerfors og IFK Göteborg í Svøríki, Benfica í Portugal í tveimum frum, Roma, Benfica, Sampdoria og Lazio í Italia, Manchester City og Leicester City í Onglandi, kinesisku felgini Guangzhou, Shanghai og Shenzhen.
Hann førdi IFK til svenska meistaraheitið í 1982, Benfica til porgusisiska meistaraheitið í 1983, 1984 og 1991 og Lazio til italska meistaraheitið í 2000.
Hann var eisini landsliðsvenjari í Onglandi 2001-2006, Meksiko 2008-2009, Fíkabeinsstrondini 2010 og seinasta uppgáva hansara var sum landsliðsvenjari í Filipsoyggjum 2018-2019.
Eriksson stóð á odda fyri enska landsliðnum í 67 dystum frá 2001 til 2006. 40 sigrar, 17 javnleikir og 10 ósigrar (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald