Føroyar fingu eitt óvæntað heiðursmerki, tá Sarah Wallin vann bronsuheiðursmerki í 10.000 metra renning á rennibreytini.
Hon rann sera taktiskt, lat tær báðar suverenu Sarah Mercher og Jenny James frá Guernsey, sum gjørdust nummar eitt og tvey í stórum stíli, sleppa avstað. Sarah helt seg ístaðin til tvær aðrar, og tær runnu saman á 3., 4. og 5. plássi. Sarah helt seg aftast, og hevði møguleika at kroka í mótvindinum, nakað, sum kanska gav henni eyka orku til seinasta partin av kappingini.
Tá eini fimm umfør vóru eftir, setti hon so ferðina upp, og vann sær eitt sikkurt triðja pláss og bronsuheiðursmerki, sum verður handað henni í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald