Fyri nøkrum árum síðan kendi hon einki til Føroyar ella oyggjaleikir. Í kvøld vann hon Føroyum eitt bronsuheiðursmerki í 10.000 metra renning í Gibraltar.
- Hetta er fyrstu ferð eg royni at renna á rennibreyt, so eg eri sera glað fyri heiðursmerkið, segði Sarah Wallin eftir kappingina. Hon er annars mest von við at renna á asfalti og hevur gjøgnumført fleiri maraton.
Sarah hevur arbeitt á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sum djóralækni síðan januar 2018. Og við tað at hon hevur verið búsett í Føroyum í meira enn eitt ár, so hevur hon eisini møguleika at umboða Føroyar í oyggjaleikakapping.
- Eg komi frá Stockholm, men havi lisið til djóralækna í Danmark, haðani eg eisini havi funnið mær unnusta. Eg búði í Malmö, tá eg sá eina starvslýsing har Heilsufrøðiliga Starvsstovan søkti eftir einum djóralækna, og eg hugsaði hví ikki uttan at kenna nakað til landið.
Hon hevur kent seg væl komnan. Gjørdist limur í Bragdinum, og slapp nú eisini at umboða Føroyar á oyggjaleikum.
-Eg haldi, at tað er fantastiskt at sleppa at uppliva hetta – hoyra føroyingarnar heppa á meg, og merkja samanhaldið, sum er millum føroyingarnar til hesa kappingina, segði ein ovurfegin Sarah Wallin eftir kappingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald