Fótbóltur

Svenskur styrkur til miðvøllin hjá HB

– HB er størsta felagið í Føroyum og vil vinna, júst sum eg. Soleiðis sigur 31-ára gamli Emil Berger við hb.fo, í samband við at hann hevur skrivað eitt-ára sáttmála í Gundadali. Hann hevur royndir úr millum annað bestu og næstbestu deildini í Svøríki men kemur nú úr íslendskum fótbólti.

Emil Berger saman við nýggja venjara sínum, Dalibor Savic. Hann sigur seg verða komnan til eitt abitiøst felag, og hevur hann eisini høg mál í HB, ið sviin hevur skrivað eitt-ára sáttmála við (Mynd: hb.fo)

Emil Berger saman við nýggja venjara sínum, Dalibor Savic. Hann sigur seg verða komnan til eitt abitiøst felag, og hevur hann eisini høg mál í HB, ið sviin hevur skrivað eitt-ára sáttmála við (Mynd: hb.fo)

2023-02-28 14:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Seinastu brikkarnir í puslispælinum til komandi kappingarárið eru við at fella uppá pláss, og til at styrkja um miðvøllin er komin sviin, Emil Berger.

Soleiðis skrivar Havnar Bóltfelag á heimasíðu sínari seinnapartin. Sáttmáli varð undirskrivaður við svian í vikuskiftinum, og hann verður harvið aftur liðfelagið við Mikkel Dahl. Tað var í Leiknir, har hann hevur spælt tvey tey seinastu árini, at 31-ára gamli Berger fyrstu ferð veruliga hoyrdi um HB og føroyskan fótbólt: 

- Satt at siga, so kendi eg ikki so nógv til Føroyar, áðrenn eg fór til Íslands at spæla. Men hesi bæði árini havi eg hoyrt nógv positivt um landið, og ikki minst um HB, har Mikkel og Binni hava tosað ógvuliga positivt um teirra upplivingar

Binni er Brynjar Hlödversson, sum í 2018 og 2019 vann eitt FM og eitt steypagull, tá hann var at finna á verjukenda miðvøllinum hjá HB. Nú skal Emil Berger royna seg har. Fyri hb.fo lýsir hann seg sjálvan sum 
ein hart arbeiðandi miðvallara, sum vil gera alt fyri at vinna. Og júst tað at vinna, er nakað sum hann hevur ætlanir um í HB. 

– HB er størsta felagið í Føroyum. Felagið er ambitiøst, og vil vinna. Júst sum eg. So møguleikin at koma til eitt nýtt og spennandi land, í einum stórum og ambitiøsum felag, var nakað sum lokkaði meg hendanvegin. Fyri meg og unnustuna er hetta eitt ævintýr, men eg eri fyrst og fremst komin fyri at spæla fótbólt og vinna. 

Evropeiskir dystir ein gularót - royndirnar kunnu hjálpa

Emil Berger hevur spælt við fleiri svenskum feløgum - millum annað einum fyrrverandi hjá venjaranum Dalibor Savic, Dalkurd. Hann er skrásettur fyri 25 dystir í Allsvenskan, 51 í næstbestu deildini og útvið 90 í triðbestu deildini í heimlandinum. Seinastu árini hevur hann spælt fast í bestu íslendsku deildini: 52 dystir, seks mál og seks upplegg er tað blivið til fyri Leiknir. 

Nú er hann til reiðar at royna nakað nýtt og at vera við at flyta ambitiøsa felagið: 

– Hetta verður spennandi. Tað tykist ógvuliga professionelt, og vónandi kann eg vera við til at flyta felagið, og gera mítt íkast til at vit fara at berjast um steypini. Eg og felagið hava somu ambitiónir, har vit alla tíðina vilja gerast enn betri, sigur Emil við hb.fo.

Uppgávan í Conference League lokkar eisini: 

– Europeiska avbjóðingin er eisini spennandi. Eg havi ikki spælt europeiskar dystir síðani 2011, tá eg var í Örebro. So tað verður spennandi at royna aftur. 

Talan verður um elsta mannin í hópinum. Hann vil tó framvegis læra - og læra frá sær:

– Tað sigur seg sjálvt, at eg sum 31-ára gamal komi við royndum. Men tað er ikki soleiðis, at eg eri liðugur sum fótbóltspælari. Tvørturímóti. Eg læri enn, og eri enn líka hugaður at læra, sum tá eg var ungur. Og mær dámar líka væl at spæla fótbólt, sum tá eg var 20 ár. Nú komi eg til eitt heilt nýtt land, eitt nýtt felag og nýggjar liðfelagar, sum fara at geva mær nýggjan íblástur. Men sum ein av teimum royndu, so taki eisini ábyrgd á vøllinum. Eg eri ikki hann, sum rópar harðast, men stýri heldur við at vegleiða mínar viðleikarar, sigur Emil at enda. 

Sáttmálin við Emil er galdandi fyri kappingarárið 2023. Fyrsta uppgávan hjá HB, sum eisini hevur fingið Viljorm Davidsen, Mads Borchers, Mikkel Dahl, Mathias Præst Nielsen og Samuel Chukwudi í hópin, er á heimavølli móti B68 sunnudagin klokkan 15.






placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder