Fótbóltur

Svenskur styrkur til NSÍ - serbiski miðverjin venur við næstbesta liðnum

Søgur ganga um, at NSÍ og Nikola Kovacevic kunnu slíta samstarvið, men formaðurin vil einki vátta. Felagið hevur nú gjørt sáttmála við Adrian Edqvist.

Adrian Edqvist kann spæla bæði sum bakkur og vongur - í báðum siðum - og hevur seinast spælt í Östersunds í næstbestu deildini í heimlandinum (Mynd: Nes Sóknar Ítróttafelag)

Adrian Edqvist kann spæla bæði sum bakkur og vongur - í báðum siðum - og hevur seinast spælt í Östersunds í næstbestu deildini í heimlandinum (Mynd: Nes Sóknar Ítróttafelag)

2026-03-05 16:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár kunngjørdi NSÍ 26-ára gamla svian Adrian Edqvist sum sín nýggja spælara. Hann kann spæla bæði sum bakkur og vongur - í báðum siðum - og hevur seinast spælt í Östersunds í næstbestu deildini í heimlandinum.

Tað er eisini tann deildin, sum Edqvist hevur spælt mest í. Men hann hevur eisini spælt í bestu svensku deildini og í Niðurlondum:

- Adrian hevur í sínari yrkisleið fyrst og fremst spælt við feløgum í bestu og næstbestu deildini í Svøríki, har hann hevur leikt við feløgum so sum Kalmar, Jonkoping, Gefle IF og nú til seinast Østersunds FK. Adrian var í 2019 útleigaður til Go Ahead Eagles, ið tá leikti í næsbestu deildini í Hollandi. Hann hevur eisini umboðað Svøríki á fleiri ungdómslandsliðum, har hann tilsamans er skrásettur fyri 26 dystir frá U16 til og við U19, skrivar NSÍ, sum lýsir hann sum skjótan og tekniskan spælara

Nikola Kovacevic á næstbesta liðnum

11. februar kunngjørdi NSÍ Nikola Kovacevic sum munagóðan styrk til verjupartin. 192-sentimetra langi miðverjin hevur millum annað spælt nógv í bestu deildini í heimlandinum - men tað man metast sum ógvuliga ivasamt, um hann fer at spæla í bestu føroysku deildini.

Portalurin hevur frætt frá fleiri keldum, at Nikola Kovacevic er í alt ov vánaligari venjing, og at hann nú bert venur við næsbesta liðnum við Løkin.

Sum skilst er møguleiki fyri, at sáttmálin millum NSÍ og 31-gamla serban verður uppsagdur - hetta krevur tó eina semju millum partarnar.

Formaðurin hjá NSÍ váttar, at Nikola Kovacevic er á næstbesta liðnum í løtuni. Hann hevur tó onga viðmerking til sáttmálastøðuna við serban.

[object Object]
Karstin Joensen og Nikola Kovacevic. Spurnartekin er um samstarvið framhaldandi (Mynd: NSÍ)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder