KÍ hevur skrivað sáttmála við Alexander Berntsson fyri hetta kappingarárið. Hesum boðar felagið frá í dag.
28 ára gamli leikarin hevur royndir úr svenskum toppfótbólti og hevur seinast spælt í næstbestu svensku deildini.
- Vit eru sera væl nøgdir við tilgongdina av Alexander. Hann kemur higar við virðismiklum royndum við næstan 200 dystum úr svenskum toppfótbólti. Hann er í góðum aldri og hevur óiva síni bestu ár fyri framman. Sum miðverji er hann tryggur við bóltinum í vinstru og høgru og við góðari kropsmegi kemur hann at styrkja liðið bæði í verjupartinum og til deyðbóltar í álopinum, sigur fyribils KÍ-venjarin, Espen Haug um nýggja leikaran.
Eftir ætlan kemur Alexander til Føroya í vikuni og fær tíð at venja saman við liðnum so hann er tøkur tá flytingargluggin letur upp í juni, sigur felagið.
KÍ hevur 21 stig aftaná níggju dystir og liggur á triðja plássi í Betrideildini. Trý stig eru upp til Víking og HB á javnsettum fyrsta plássi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald