Kappróður

Sverri á stórskíggja í heimbygdini

Í nátt skal miðvingurin, Sverri Sandberg Nielsen rógva í OL-finaluni í einskullara hjá monnum, og til ber at síggja finaluna á stórskíggja við bygdaskúlan í Miðvági.

(Mynd: Rógvi Langgaard)

(Mynd: Rógvi Langgaard)

2021-07-29 13:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt tryggjaði føroyski rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen sær pláss í finaluni í einskullara hjá monnum á OL í Tokyo.

Finalan verður í nátt klokkan 1.45 føroyska tíð, og í hesum sambandi verður finalan eisini víst á stórskíggja í heimbygdini hjá Sverra – Miðvágur.

Les eisini: Sverri skal rógva OL-finalu í nátt

Tað eru Miðvágs róðrarfelag og Vága kommuna, sum skipa fyri.

Stórskíggi er settur upp á veggin á bygdaskúlanum í Miðvági, oman ímóti fótbóltsvøllinum. Tiltakið verður úti, og har er stórt og gott pláss, skrivar Vága kommuna í tíðindaskrivi.

Skíggin verður tendraður í kvøld klokkan 23.00, og Miðvágs róðrarfelag fer at selja okkurt til matna og drekka. Hans og Sámal Ravnsfjall fara eisini at spæla nakrar sangir. Sjálvt finalan verður, sum áður nevnt, klokkan 1.45.

Sí eisini: Myndir: Her rør Sverri Sandberg Nielsen seg í OL-finaluna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder