Kappróður

Sverri skal rógva OL-finalu í nátt

Miðvingurin endaði nummar tvey í spennandi hálvfinalu í nátt - frammanfyri millum annað heimsmeistaran Oliver Zeidler. Sverri Sandberg Nielsen fer nú at rógva fyri heiðursmerki í tokyo. Róðurin byrjar 01.45.

Sverri megnaði, eftir eina ringa byrjan, at koma í topp-trý í sinum riðli, ið var ógvuliga spennandi (Mynd: Rógvi Langgaard)

Sverri megnaði, eftir eina ringa byrjan, at koma í topp-trý í sinum riðli, ið var ógvuliga spennandi (Mynd: Rógvi Langgaard)

2021-07-29 08:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er beint eftir midnáttasangin, sum í kvøld verður øðrvísi enn vant, at ein miðvingur fer í sín single-scullara, í litinum hjá Merkinum, í Tokyo, og skal rógva um OL-gull. 

Sverri Sandberg Nielsen tryggjaði sær heilt tíðliga ólavsøkudag finalupláss, tá 27-ára gamli rógvarin endaði nummar tvey av seks í sínum riðli.

Føroyingurin lá annars nummar fimm eftir 500 metrar - ein fjórðing av teininum - men ringa byrjanin á Sea Forest Waterway nervaði ikki stinna Sverra, ið stríddi seg upp á eitt annað pláss og kom á mál við tíðini 6.44.00. Róð verður 2000 metrar.

Hetta var næstan tvey og eitt hálvt sekund aftanfyri Stefanos Ntouskos úr Grikkaland, ið heilt óvæntað vann riðilin. Ntouskos var í OL-finaluni í Rio de Janeiro fyri fimm árum síðani, men heimsmeistaran Oliver Zeidler og Sverri Sandberg Nielsen verða mettur at vera teir sterkastu, sum vóru í hesum riðlinum. Týskarin kom tó als ikki í finaluna. Dansk roning skrivar, at Zeidler hevði trupulleikar av óróliga vatninum. Hann er ikki so sterkur í vindi og óróligum vatni, og soleiðis vóru umstøðurnar í nátt Hann varð yvirhálaður av russaranum Alexander Vyazovkin í endaspurtinum.

Heimsmeistarin skal harvið rógva B-finalu í Tokyo í nátt, men Sverri, Vyazovkin og Ntouskos skulu rógva finalu. Tað skulu Kjetil Borch úr Noreg, Martin úr Kroatia og Griskonis út Litava eisini. Av teimum hevði bert Borch betri hálvfinalutíð enn Sverri Nielsen, og hesir vóru saman við Ziedler mettir sum heiðursmerkjafavorittar áðrenn OL.  

Sverri hevur nú líka kunna fegnast um at hava róð seg í OL-finaluna, men annars snýr tað seg um fyrireiking. Startskotið verður í nátt, 30. juli, klokkan 01.45.

Tá skal Sverri Sandberg Nielsen royna at tryggja sær og Danmark - og Føroyum - eitt OL-heiðursmerki. Róligi men miðvísi miðvingurin sló beint áðrenn OL fast at hann bæði rør fyri landið, har hann hevur búð seinastu árini, og hvørt hann formliga umboðar eins og føðilandið, her hann hevur traðkað sínar barnaskógvar, og har hann byrjaði at rógva. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder