Kappróður

Sverri í A-finaluni í dag

Hetta vikuskiftið luttekur Sverri Sandberg Nielsen á World Cup-stevnu í Sveis, og finalan verður stroymd kl. 13.13.

(Savnsmynd: Balint Czucz)

(Savnsmynd: Balint Czucz)

2024-05-26 09:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum luttekur miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen á World Cup-stevnu í Lucerne í Sveis, og seinnapartin rør hann í A-finaluni í einskullara hjá monnum.

Fríggjadagin gjørdist Sverri nummar tvey í innleiðandi róðrinum og í fjórðingsfinaluni, og í gjár endaði hann aftur á øðrum plássi í hálvfinaluni.

Í A-finaluni, sum verður klokkan 13.13 føroyska tíð, skal Sverri kappast ímóti bulgarska Kristian Vasilev, niðurlendska Simon Van Dorp, hvítarussiska Yauheni Zalaty, sum luttekur undir uttanveltaðum flaggi, nýsælandska Thomas Mackintosh, og týska Oliver Zeidler.

A-finalan kann stroymast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder