Kappróður

Sverri júst ov stuttur til OL-heiðursmerki

Tað endaði við vónbroti í Tokyo, tí í einari tættari finalu endaði føroyingurin, ið annars byrjaði best, á 4. plássi - 15 hundraðpartar aftanfyri nummar trý. Stefanos Ntouskos vann gull og setti OL-met.

Sverri Sandberg Nielsen stríðir seg vónandi aftur til OL um trý ár (Mynd: Rógvi Langgaard)

Sverri Sandberg Nielsen stríðir seg vónandi aftur til OL um trý ár (Mynd: Rógvi Langgaard)

2021-07-30 02:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan finaluróðrinum varð royndi norðmaðurin Kjetil Borch mettur at vera favorittur og Sverri Sandberg Nielsen honum á baki. Tað vóru eisini teir, ið so at siga fylgdust fyrru hálvu av kappingini, har Sverri fyri tað mesta júst hevði munin. Týski Oliver Zeidler, ið Borch og Sverri hava kappast við um EM og HM-gull seinastu árini, rakk heilt óvæntað júst ikki finalupláss í riðlinum í gjár, har norðmaðurin vann sín riðil, og føroyingurin endaði nummar tvey í sínum riðli, við eitt sindur verri tíð.

Tað var Stefanos Ntouskos, ið vann riðilin við bestu tíðini í hálvfinaluni. Í fyrru hálvu í finaluni í nátt lá hann eitt sindur aftanfyri Sverra og Borch, men í seinnu hálvu setti 24-ára grikkin av álvara ferð á við títtum og góðum tøkum, og tað gjørdist so líðandi greitt, at tað fór at vera ógvuliga trupult at taka hann aftur. Ntouskos varð eftir flotta úrsltið í gjár mettur at vera nummar trý í røðini av favorittum, men tað varð áðrenn OL als ikki væntað, at hann fór at fara avstað við gullinum. Hann setti persónligt met í nátt við at rógva teir 2.000 metrarnar uppá 6.40 minuttir.

Tað gjørdist heilt tungt fyri Sverra, tí Damir Martin úr Krotia nærkaðist topp-trý, og seinastu metrarnir fór Kjetil Borch nakað frá Sverra, og Martin, ið fekk silvur í Rio í 2016, megnaði at basa miðvinginum við 15 hundraðpørtum - málmyndir vórðu neyðugar fyri finna seinasta medaljuvinnaran.

[object Object]

- Tað hevði verið ein stórur missur fyri danska rógving, um Sverri Nielsen gavst nú, og vónandi er hann aftur um trý ár

Hetta vóru donsku viðmerkjarnir á Eurosport samdir um undir heiðursmerkjahandanini hjá singlescullara-rógvarunum, har teir og so nógv í Føroyum sum høvdu fylgt við, kundu sita og irða seg og føla við Sverra.

Sverri kom trygt í finaluna, byrjaði hana ógvuliga væl og hevði á pappírinum eina góða tíð, men tað endaði tíverri við stórum vónbroti. Um trý ár er OL aftur - tá í París - og spurningurin er so, um tá 30-ára gamli føroyingurin tá verður við. Hann hevur longu prógvað, at hann kann koma sera langt við hørðum og miðvísum arbeiði og nógvum vilja, og Sverri Sandberg Nielsen er framvegis evropameistari og hevur gjørt heilt nógv her í Føroyum errin og spent.


OL-Finala
Sea Forest Waterway, Tokyo - 30.07, 01.45 (09.45 lokala tíð)

1. Stefanos Ntouskos - Grikkaland (6.40.45)
2.  Kjetil Borch - Noreg 
(6.41.66)
3. Martin Damir - Kroatia (6.42.58) 
4. Sverri Sandberg Nielsen - Danmark/Føroyar (6.42.73)
5. Alexander Vyazovkin - Russland
6.49.09
6. Mindaugas Griskonis - Litava 6.57.60

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder