Kappróður

Sverri Sandberg Nielsen EM-gull

Var fyrstur á mál í Póllandi.

Savnsmynd (Mynd :EPA)

Savnsmynd (Mynd :EPA)

2020-10-11 14:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyar hava í dag fingið ein EM-vinnara í rógving. Sverri Sandberg Nielsen vann fyri løtu síðani gull í finaluni fyri einskullara.

26 ára gamli miðvingurin var leingi aftarliga, men hevði ein góðan endaspurt og vann við tíðini 06:50.220, umleið eitt sekund frammanfyri nummar tvey úr Póllandi. Noreg endaði á triðja plássi.

EM-kappingin verður hildin í Poznan í Póllandi um vikuskiftið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder