Tað vóru tey bæði mest vinnandi londini í EM-søguni, ið hittust í seinnu hálvfinaluni í Budapest í kvøld.
Sviar vunnu fýra útav teimum fyrstu fimm EM-endaspølunum - tað fyrsta var í 1994, og síðani hava tey verið annaðhvørt ár. 2002 var seinasta veruliga skotið hjá Bengan Boys, ið eru víðakendir í hondbóltsheiminum. Tá vann Svøríki gull á heimavølli. Fýra ár seinni vann Frakland sítt fyrsta EM-gull, og eisini víðakendur "Les Experts" skiftust síðani við Danmark um hetta fram til og við 2014.
Síðani hevur Frakland ikki verið í einari finalu um evropameistarheiti. Spania hevur verið í hvørjari síðani, og spaniólar vunnu EM í 2018 og 2020. Eftir sigurin á Danmark fyrr í kvøld er greitt, at teir sleppa at royna at verja heitið sunnudagin, og mótstøðuliðið hjá Spania skuldi finnast stutt aftaná.
Tað var Frakland, ið var favorittur, og fraklendingar løgdu eisini nógv betri fyri og komu skjótt á odda við fýra málum (6-2) Men sviar mentust, løgdu seg á odda 11-10 og tá støðgurin kom var munurin trý mál.
Frakland stríddist allan seinna hálvleik fyri at fáa fatur á Svøríki, men munurin lá tað mesta og skifti ímillum tvey og trý mál. Svenski spælskiparin Jim Gottfriedsson vísti vegin við frálíkum uppleggum og níggju málum, ið øll vóru góð, og 29-ára gamli maðurin við 24-talinum á rygginum legði allatíðina trýst á fronsku verjuna. Aðrir yngri leikarar tóku eisini av álvara ábyrgd, sum til dømis Karl Wallinius, Jonathan Carlsbogard, og so var tað Andreas Palicka í málunum, ið tók væl frá, í mun ti lfronsku málverjarnar, ið tóku minni enn tíggju prosent samanlagt.
Stórspælandi Jim Gottfriedsson í fagnaði (Mynd: EPA)
Royndi málverjin kom til Budapest úr Bratislava seinnapartin - beinleiðis úr sóttarhaldi sum hann varð settur í eftir dyst í vikuskiftinum. Andreas Palicka hevði fleiri stórbjargingar, skoraði eisini trý mál í fyrra hálvleiki við at kasta í tómt mál og var harvið toppskjútti eina løtu.
Við spennandi Aymeric Minne á odda kom Frakland á minus eitt tvær ferðir innan seinastu tríggjar minuttirnar, men Palicka hevði eina stórbjarging við beininum og bjargaði eisini trygt seiansta skotinum í dystinum. So kundu hann og sviar stórfegnast um finalupláss og møguleikan at vinna sítt fyrsta gull í tjúgu ár.
Liðið hjá Glenn Solberg skal sunnudagin royna at koppa Spania av evropeisku trúnuni. Fraklendingar skulu spæla móti dønum um bronsuna.
EM-hálvfinalur
Budapest, fríggjadagin 28.01
Frakland - Svøríki 33-34 (14-17)
Danmark - Spania 25-29 (14-13)
Sunnudagin 30.01
(Bronusdystur) 14.30: Danmark - Frakland
(Finala) 17.00: Spania - Svøríki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald