Fótbóltur

Sviar ynskja regn og trý stig

Størsta styrkin hjá Føroyum eru deyðbóltarnir, sigur svenski landsliðsvenjarin, sum ikki ætlar at spara leikarar í morgin. Talan er um ein truplan dyst, sigur hann.

Janne Andersson, svenskur landsliðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

Janne Andersson, svenskur landsliðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-04 19:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at svenska liðið vandi á Tórsvølli, var tíðindafundur á skránni í B36-húsinum.

Sí eisini: Myndir: Sviar vandu í sólini á Tórsvølli

Nógv svensk tíðindafólk vóru til staðar, og fyrstu løtuna varð millum annað spurt um vøllin á Tórsvølli. Liðskiparin Andreas Granqvist segði, at undirlagið var okay. Graslíki er ikki tað besta, segði hann, og vøllurin er eitt lítið sindur smalri, enn sviar eru vanir við. Graslíki kann spæla eisini spæla inn, tí tað er eitt umskifti. 

[object Object]Andreas Granqvist, liðskipari (Mynd: Sverri Egholm)

Svenski venjarin, Janne Andersson, segði, at vøllurin var heldur turrur, og teir vóna, at forsøgnin sum lovar regn heldur, ella at føroyingar vætað vøllin. Landsliðsvenjarin segði eisini, at vindurin órógvaði eitt sindur undir venjingini. 

Miðlarnir úr Svøríki spurdu eisini, um Janne Andersson fór at spara í morgin, tí so týðandi dystur er á skránni sunnukvøldið í Stokkhólmi, tá Noreg vitjar. 56-ára gamli venjarin var tó greiður: Hann hugsar fyrst um hendan dystin, har trý stig skulu koma í hús, og teir ellivu ið geva Svøríki bestan møguleika at vinna dystin byrja á vøllinum. Janne Andersson undirstrikaði, at allir leikarar vilja spæla hvønn landsdyst, og hetta tók Granqvist undir við.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Komið varð inn á, at sviar fyrireika seg serliga væl uppá at verja í samband við deyðbóltsstøður, tí føroyingar eru sterkir uppá hetta: Horna, ið Janne Andersson nevndi at Føroyar skoraðu uppá móti Spania, og lang innkøst, ið Føroyar skoraðu uppá móti Svøríki. Hetta hevði svenski hópurin gjøgnumgingið gjølla.

Andreas Granqvist hevur verið liðformaður, síðani Zlatan Ibrahimovic gavst. Áleyparin avgjørdi dystirnar móti Føroyum í 2012 og 2013; í tí seinnna dystinum fekk Granqvist reytt kort. Hetta flenti hann eitt sindur eftir, tá hann varð spurdur av Trónda Arge úr Miðlahúsinum um tað upplivilsi og um føroyska liðið, men hann segði, at hann væntaði eitt líknandi føroyskt landslið: Eitt disiplinerað lið, har leikararnir arbeiða hart fyri sítt land. Hetta krevur, sambært liðformanninum, at sviar skulu vera ordliga hugsavnaðir í morgin, tí seinast avgjørdu teir tað seint her. 

Les eisini: Seinast avgjørdi Zlatan fyri Svøríki

Janne Anderson nevndi, at hóast lendingin í Vàgum var nakað hørð, so hevði upplivilsi her verði heilt gott higartil. Hann segði, at talan er um eitt ótrúliga flott land, og hann hevði ynkst, at tíð var til at ferðast eitt sindur runt og síggja meira av Føroyum.

Føroyar og Svøríki spæla klokkan 19.45 í annaðkvøld. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder