Svenska liðið kom til landið fyrrapartin. Í fjør summar kom Svøríki til fjórðingsfinaluna til HM-endaspælinum í Russlandi, og í løtuni er liðið hjá Janne Andersson á deildum 2. plássi í okkara EM-undankappingarbólki við sjey stigum fyri fýra dystir.
Klokkan hálvgun seks byrjaði svenska venjingin á Tòrsvølli, og um eina løtu verður tíðindafundur við venjaranum, umframt liðformanninum Andreas Granqvist.
Seinast Svøríki var í Føroyum, var til HM-undankappingardyst í oktober 2012. Tá vunnu sviar 2-1. Avgerandi málið gjørdi Zlatan Ibrahimovic.
Les eisini: Seinast avgjørdi Zlatan fyri Svøriki
Sí eisini: Myndir: Seinasta venjing undan Svøríki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald