Tað var 12. oktober og fyrsti heimadystur hjá Lars Olsen í sessinum sum føroyskur landsliðsvenjara. Mánaðin frammanundan var føroyska liðið sloppið nøkulunda snikkaleyst ígjøgnum týsku maskinuna í fyrsta dystinum í undankappingini, men tað var hesin dysturin á Tórsvølli, ið gav tekin um broytingina í spælistíli og menningina undir nýggja venjaranum. Føroyar høvdu bóltin rímiliga nógv og spældu væl ímóti Svøríki; teir gulu og bláu vóru veruliga á knøðunum eina løtu.
(Lars Olsen - her undan dystinum móti Malta á Tórsvølli í fjør, ið endaði við 3-1 sigri)
Við sínum fyrsta av higartil trimum landsliðsmálum sendi tá 22-ára miðverjin úr norskum fótbólti, Rógvi Baldvinsson, teir beint yvir 5000 áskoðarnar í sjeynda himmal stutt fyri, at ein tími var leiktur. Hann verður helst aftur í miðverjuni í annaðkvøld, men Rógvi og liðfelagirnir kundu tíverri ikki steðga tí 31-ára gamla liðformanninum hjá Svøríki. Tá spældi framúrskarandi áleyparin við PSG, og meðn Jónas Tór Næs var úti, tí hann bløddi, fann Zlatan frálíka væl Alexander Kacaniklic, ið javnaði. Tá eitt korter var eftir, skoraði Zlatan trygt, tá hann gjørdist púra leysur í føroyska brotsteignum.
Rógvi Baldvinsson - her eftir frálíka málið í Portugal í 2017. Tað fyrsta á A-landsliðnum kom fimm ár frammaundan á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)
Á sumri 2013 endaði tað 2-0 á Friends Arena beint uttanfyri Stokkhólm. Tá skoraði Zlatan bæði málini - tað seinna við brotssparki í 82. minutti, sum hann sjálvur fekk. Hann vísti eisini, at hann ikki altíð av reinastu leikarum - serliga í nærdystum við Atla Gregersen og við at kasta bóltin í høvdið á Gunnari Nielsen.
Zlatan - her til venjing undir EM í 2016. Hetta var seinasta endaspæli hjá svensku stjørnuni (Mynd: EPA)
Júst Atli og Gunnar eru tveir av teimum, ið ganga aftur frá føroyska liðnum í Stockhólm. Viljormur, Hallur og Jóan Símun byrjaðu eisini inni tann dagin, og hesir byrja inni saman við Atla í morgin. Heini Vatnsdal var skiftur inn, og Teitur Matras Gestsson sat á bonkinum allan dystin. Í Føroyum byrjaðu Gunnar, Hallur og Jóan Símun eisini inni. Rógvi var sum sagt í miðverjuni, og Kristian Joensen, Gilli Rólantsson og René Shaki Joensen sótu á bonkinum allar 90 dystirnar.
Hallur Hansson hevur í fleiri ár verið ein lyklaleikari á føroyska liðnum - nú er hann liðformaður í Horsens (Mynd: Sverri Egholm)
Á svenska liðnum hava verið nógvar broytingar. Stóri spurningurin í Svøríki eftir EM í 2016 var: Hvussu skal man avloysa Zlatan Ibrahimovic? Loysnin var at skapa eina uppaftur sterkari eind. Einki risastórt navn, men eitt hartarbeiðandi og vælskipað lið, ið Janne Andersson við hepnari hond stýrdi til fjórðingsfinaluna í HM í Russlandi í fjør og hevur stýrt sjey stig í EM-undankappingini higartil. Fleiri leiakrar spæla tó við stórum feløgum kring Evropa; miðverjin Victor Lindelöf spælir við Manchester United.
Miðverjan, við liðformanninum Andreas Granqvist og Victor Lindelöf úr United, spældi ein sera týðandi leiklut í góða HM-endaspælinum hjá Svøríki seinasta summar (Mynd: EPA)
Fyriuttan Granqvist, spældu Mikeal Lustig og Sebastian Larsson báðar dystirnar móti Føroyum seinast. Áleyparin Marcus Berg kom inn í Føroyum, og Albin Ekdal og Pierre Bengtsson úr FCK spældu allar 90 minuttinrar á Friends Arena. Allir hesir eru við í svenska hópinum sum lendir í Føroyum seinni fyrrpartin, og sum í kvøld hevur venjing og tíðindafund í Gundadali. Har verður Portalurin við.
Seinast avgjørdi Zlatan fyri Svøríki
Í undankappingini til HM 2014 átti stóri áleyparin stóran lut í øllum fýra málunum, ið Svøríki fekk í smølu sigrunum á Føroyum.
Zlatan Ibrahimovic - her í nærdysti við Daniel Udsen á Tórsvølli í oktober 2012 (Mynd: Faroephoto)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald